Endamál

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Tilboðini í Listaleypinum fevna um allar listagreinir, tað verið seg framførslur, framsýningar, konsertir ella annað, umframt at lítil verkstova kann knýtast uppí vitjanina, soleiðis at næmingar og lærarar fáa innlit í listarligu tilgongdina. 

Harumframt eru eisini tvær longri verkætlanir har møguligt at fáa vitjan av einum listafólki ella bólki yvir longri tíð, har næmingar og lærarar fáa møguleika at fara í dýptina við listaligu tilgongdini. Hetta kann t.d. vera eina ferð um vikuna í ein heilan mánaða og verður fyriskipað í samráð við skúlan.

Dentur verður lagdur á at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um alt landið. Øll tilboð í Listaleypinum eru ókeypis hjá skúlum í teimum kommunum, sum hava valt at luttaka í verkætlanini.

Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini.

Fyrimynd fyri Listaleypinum er norska átakið “Den kulturelle skolesekken”. Henda verkætlan hevur fleiri ár á baki og røkkur nú um alt Noreg við fleiri hundrað framsýningum um árið.

Fyrsta skúladag verður kunningarfaldari sendur skúlunum. Árliga tekningarfreistin er 15. september. Eftir hetta verður skráin fyri listavitjaninar og verkstovurnar løgd fyri árið. Øll rættstundis innkomin tekningarskjøl verða líkastillað, tá skráin verður løgd.

Listafólk kunnu søkja um luttøku, lýst verður við freistini - 15. apríl á hvørjum ári. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur millum innkomnar umsóknir. Listafólkini fáa boð um miðjan mei.

Bæði føroysk og altjóða listafólk kunnu søkja.

 

Samband

R.C. Effersøesgøta 26
FO-100 Tórshavn
Tel: (298) 277 747
listaleypurin@listaleypurin.fo