Um Listaleypin

Listaleypurin hevur til endamáls, at skúlabørn í øllum Føroyum fáa góðar listarligar upplivingar sum partur av skúladegnum.

Listafólk kunnu søkja um luttøku í Listaleypinum við at fylla umsóknarblað á heimasíðuni hjá Listaleypinum. Ein úrvalsnevnd mannað við 5 fólkum velur millum verkætlanir, ið bjóða seg framm. Í úrvalsnevndini sita 3 limir, ið umboða LISA og 2 limir, ið umboða skúlaverkið.

Hvør kann søkja?

Listaleypurin miðar ímóti at fevna um allar listagreinar, bæði framførslur, framsýningar og verkstovur.

Hvørt ár kunnu listafólk søkja um luttøku við at senda eina umsókn ígjøgnum heimasíðuna hjá Listaleypinum www.listaleypurin.fo. Árliga umsóknarfreistin er 15. januar.

Hvussu er Listaleypurin skipaður?

Í løtuni kunnu listafólk søkja um at luttaka soleiðis:

1 vika har listafólkið vitjar 5 ymiskar skúlar við einari framførslu,framsýning og/ella verkstovu

4 vikur har listafókið vitjar 4 ymiskar skúlar 4 dagar á hvørjum skúla við eini longri verkstovu (onkuntíð við eini framførslu/framsýning tilknytt)

Fíggjarætlan

Tað er ikki neyðugt at senda eina fíggjarætlan við umsóknini. Úrvalsnevndin tillutar hvørjari verkætlan eina upphædd fyri luttøkuna alt eftir, hvussu nógv listafólk eru við í verkætlanini.

Spurningar í sambandi við umsóknina kunnu sendast til listaleypurin@listaleypurin.fo ella við at ringja á telefon 210 125