Byggilist og ljóð. Rúm sum ljóðføri

Listavitjanin er ætlað sum framførsla og inngangur til byggilist og ljóð.

Ein stórur, men ósjónligur partur av byggilist er ljóð, og hvussu mann upplivir ljóð. Inni og úti. Inni í rúmum og úti ímillum húsini. Hetta, at mann “hoyrir” rúm og fráleika, er evnið, ið hyggjast skal nærri at, og ætlanin er at gera tað við at hyggja at byggilist og rúmum sum eitt stórt ljóðføri. Eitt sindur sum at vera inni í einum kassagittara.

Rúmið er eitt slag av forsterkara og mikrofon og ljóðføri í einum. Ætlanin er fyrst at lýsa ljóð í geometriskum frumsniði, t.d. rundinginum, kvadratinum, tríkantinum og og rætthyrninginum á uppvørpu og síðan í verki uppliva og gera og syngja saman við operasangaranum Elsu Súsonnu Dalsgaard í útvaldum støðum og rúmum.


Heiti: Byggilist og ljóð. Rúm sum ljóðføri
Listafólk: Meduna Dalsgaard og Elsa Súsanna Dalsgaard
Málbólkur: 1. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 12 - 24
Høli: Skúlastova til undirvísing. Haraftrat uppliva ljóð í 3 ymiskt útvaldum hølum í skúlanum
Krøv: Uppvørpa og myrkalegging
Longd: 3 vitjanir í 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 22. oktober - 9. november 2018