Við hugvekjandi framløgum og pulserandi dansifrálæru verða næmingarnir tiknir við á tríggjar arkitektoniskar útferðir
Longd: Ein fyrrapartur - 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 29. oktober - 2. november 2018
Við hugvekjandi framløgum og pulserandi dansifrálæru verða næmingarnir tiknir við á tríggjar arkitektoniskar útferðir
Longd: Ein fyrrapartur - 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 29. oktober - 2. november 2018
Beinta er helst ein tann kendasti søguligi persónurin í sagnum okkara. Í hesum leikinum verða vit leidd inn í hennara hugaheim og fáa at vita, hvussu Beinta upplivdi hendingarnar.
Longd: 40 min.
Tíðarskeið: 18. - 22. februar 2019
Í framførsluni OS skulu sjónleikarar og áskoðarar í felag nágreina sosiala samleikan hjá bólkinum. Tað verður skjótt pínligt, provokerandi og ræðuliga stuttligt
Longd: Verkstova 30 min. Framførsla 60 min.
Tíðarskeið: 4. - 8. mars 2019
Ein rannsóknarferð og leitan eftir at vita, hvat tað er at ganga á einum fjalli. Vit fara ein felags gongutúr, og saman framføra og dokumentera vit staðbundnar framførslur
Longd: 4 vitjanir á 2 - 3 skúlatímar
Tíðarskeið: Apríl - mai 2019
Við hesi verkætlan vilja vit heiðra kreativitetin, søgurnar og siðvenjurnar, ið skulu til fyri at gera eina typiska føroyska køku
Longd: 4 ferðir 2 tímar
Tíðarskeið: Apríl - mai 2019