Listaleypurin 2018-19

Í ár fingu vit methøgt tal av umsóknum frá listafólkum til Listaleypin skúlaárið 2018-19. Yvir 100 verkætlanir bjóðaðu seg fram og eru 14 serstakliga spennandi verkætlanir valdar út at vera við í Listaleypinum í ár.


Aftur í ár eru tvær longri verkætlanir við, har næmingar og lærarar fáa høvið at fara í dýpdina saman við listafólkunum, og sleppa at hugsavna seg um eina verkætlan yvir eitt longri tíðarskeið.

Talan er um tvær verkætlanir, sum veruliga seta kropp, sansir, hugflog, dirvi og forvitni í spæl á ein sera leikandi og kveikjandi hátt.

 

Longri verkætlanir


 

Í yvirlitinum finna tit lýsingar av einstøku verkætlanunum umframt eykatilfar, fyrireikingartilfar, myndir, filmsbrot, brellbitar og tilvísing til heimasíður hjá listafólkunum.

Tilmelding fer fram við at fylla út tekningarskjalið. Tilmeldingarfreistin er 15. september 2018. 

 
Rannva web.jpg

Við bestu ynsku um eitt gott skúlaár og eitt gott Listaleypaár.

Rannvá Káradóttir
Verkætlanarleiðari