Ein verkstova, her vit brúka tey natúrligu evnini hjá børnum at siga søgur og sítt forvitni til skapa ljóðfrásagnir við gerandislutum
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 24. oktober - 21. november 2019
Ein verkstova, her vit brúka tey natúrligu evnini hjá børnum at siga søgur og sítt forvitni til skapa ljóðfrásagnir við gerandislutum
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 24. oktober - 21. november 2019
Ein dansiverkstova, ið vil fremja mentanarligt forstáilsi og samband gjøgnum klassiskan kinverskan dans og fólkadans saman við litríkum lutum og búnum
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 25. - 29. november 2019
Myndlistalig verkstova við støði í sjálvsmyndini og føroyska landslagnum. Á verkstovuni fáa næmingarnir innlit í ymsar tekni- og málivenjingar, stop-motion-filmi og/ella live-framførslu, her fantasiur og veruleiki møtast
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 7. - 31. januar 2020
Søgan um Sofíu og ommuna søgd í einum hugaheimi av eksperimenterandi raddnýtslu, einum fjalli av kaðalum, mikrofonum, animeraðum pallsmíði og koreograferaðum live-elektronikki
Longd: 35 minuttir
Tíðarskeið: 25. februar - 3. mars 2020
Uppliv sambandið við eitt djóraslag úr einum listaligum og óvæntaðum sjónarhorni. Børnini skulu í samstarvi við mjølmaðkar skapa eina lítla standmynd úr skúmplasti
Longd: 2 dagar
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020
Konsert við realljóðupptøkum úr fysiskum tilfari, ið er savnað saman í føroysku náttúruni. Á pallinum verða steinar, plastburturkast, greinar o.a. til musikkinstrument
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 23. - 27. mars 2020
Blick er eitt vísindaligt sirkus fyri fólk í øllum aldri við eini røð av óvæntaðum hendingum afturvið framførslu av einum live soundtrack
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 30. mars - 5. apríl 2020