Vælkomin til Listaleypin
skúlaárið 2019–20

Aftur í ár er Listaleypurin fyltur við hópum av spennandi tilboðum, og vit hava ikki færri enn 18 verkætlanir við í skránni fyri skúlaárið 2019/20. Nógvar spennandi framførslur eru í leypinum, eins og dagsverkstovur og longri verkstovur eru at velja ímillum.

Tilmelding fer fram við at fylla út tekningarskjalið. Tilmeldingarfreistin er 15. september 2019. 

 
 
Rannva web.jpg

Við bestu ynsku um eitt gott skúlaár og eitt gott Listaleypaár.

Rannvá Káradóttir
Verkætlanarleiðari

 

 

 

Longri verkætlanir

Aftur í ár eru tvær longri verkætlanir við, har næmingar og lærarar fáa høvið at fara í dýpdina saman við listafólkunum, og sleppa at hugsavna seg um eina verkætlan yvir eitt longri tíðarskeið.

Talan er um tvær verkætlanir, sum veruliga seta kropp, sansir, hugflog, dirvi og forvitni í spæl á ein sera leikandi og kveikjandi hátt.