Posts tagged Tónleikur
Vampýrella

Aldubáran (FO)
Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø fær við hesari framførslu nýtt lív. Í framførsluni hoyra vit nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.

Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 2. - 6. mars 2026

Read More
Neytakonurnar

Beinta, Borgfríð og Julia (FO)
Við sangleiki verða næmingarnir á ein áhugaverdan hátt leiddir aftur til gerandisdagin í gomlu Føroyum. Á túrinum til neyta fara neytakonurnar at fortelja og syngja um huldufólk og bygdafólk gjøgnum kendar føroyskar yrkingar, vísur og barnasangir. Næmingarnir síggja eisini brúkslutir frá gomlum døgum í sýningini.

Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 3. - 7. nov. 2025

Read More
Eg, tónaskaldið

Ensemble Eiradís (4 tónleikarar) (FO/SE)
Hendan verkætlan gevur næmingum møguleika og amboð at royna seg sum tónaskøld saman við yrkistónleikarum úr eini saksofonkvartett. Undirvíst verður í ymsum tónleiki, nótum og grafiskum hættum at skriva tónleik við. Verkstovan endar við einari framførslu, har Ensemble Eiradís spælir nýskaptu verkini hjá næmingunum.

Longd: Ein skúladagur (4 x 45 minuttir + fríkorter)
Tíðarskeið: 16. - 20. feb. 2026

Read More
Sagnir & Ævintýr við ”hettarher” & Jákupi Veyhe

Hettarher & Jákup Veyhe (FO)

Jákup Veyhe fer saman við tónleikabólkinum ”hettarher” at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami. Næmingarnir opna oyruni og nýta hugflogið at ferðast 100 ár aftur í tíðina - inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.

Longd: 30 - 40 minuttir
Tíðarskeið: 12. - 16. jan. 2026

Read More
Mál/leys

Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen & Mathilde Rosengren Bruun (AVIAJA dance) DK/GL

Ein sansalig og hjartanemandi dansiframførsla um at hava røtur í tveimum londum - Grønlandi og Danmark - og um at finna samleika sín ímillum ymsar mentanir og tungumál. Í “Mál/leys” granskar Hammeken, hvat tað merkir at hoyra til - og at kenna seg fremmandan. Næmingarnir fáa eisini høvi at luttaka í sjálvari framførsluni.

Longd: 90 min.
Tíðarskeið: 17. - 21. nov. 2025

Read More