Soleiðis virkar Listaleypurin

Hvørt skúlaár verður ein faldari við listatilboðum sendur skúlunum í øllum luttakandi kommunum.

Forskúlar og skúlar kunnu bíleggja listafólkavitjan við at fylla út tilmeldingarskjalið

Verkætlanarleiðarin samskipar skúlavitjanina í samráði við skúlar og listafólk. Listaleypurin roynir eftir førimuni at nøkta øllum ynskjum, hóast hetta ikki ber til í øllum førum. Listaleypavitjanirnar verða deildar út lutfaltsliga eftir næmingatalinum. Harafturat verður hædd tikin fyri, hvørjar vitjanir skúlar hava havt undanfarin ár og um skúlin kann lúka tey krøv, sum listavitjanin krevur, soleiðis at næmingar fáa best møguligu upplivingina.

Vit mæla til

  • At næmingarnir eisini sleppa upp í part at velja listavitjanir til skúlan. Hetta kann gerast við umboðum úr næmingaráðnum, um skúlin hevur eitt slíkt, ella at flokkarnir stovna eitt listaráð og velja sær umboð at velja listavitjanir saman við lærarunum.
  • At næmingaumboðini taka ímóti listafólkunum og vísa teimum runt á skúlanum saman við kontaktlæraranum.
  • At skúlin tryggjar sær at hann lýkur hølisligu og tøkniligu krøvini fyri listavitjaninar.
  • At skúlin framhaldandi ger vart við síni ynski, hóast ógjørligt er at eftirlíka øllum ynskjum.
  • At lærarar gera listavitjanina til ein part av námsætlanini, sum verður latin inn miðskeiðis í september.

Teldutøka tekningarskjalið fyri alt árið skal sendast inn í seinasta lagi 15. september 2018. Eftir hetta verður skráin løgd fyri árið.

Skúlarnir gjalda onki fyri vitjanina. Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunurnar bera allan kostnaðin.