Soleiðis virkar Listaleypurin

Hvørt skúlaár verður ein faldari við listatilboðum sendur skúlunum í øllum luttakandi kommunum.

Forskúlar og skúlar kunnu bíleggja listafólkavitjan við at fylla út tilmeldingarskjalið

Verkætlanarleiðarin samskipar skúlavitjanina í samráði við skúlar og listafólk. Listaleypurin roynir eftir førimuni at nøkta øllum ynskjum. Listaleypavitjanirnar verða deildar út lutfaltsliga eftir næmingatalinum. Harafturat verður hædd tikin fyri, hvørjar vitjanir skúlar hava havt undanfarin ár og um skúlin kann lúka tey krøv, sum listavitjanin krevur, soleiðis at næmingar fáa best møguligu upplivingina.

Eftir vitjanina verður eftirmetingarskjal sent kontaktlæraranum, ið hevur ábyrgd av, at tað verður útfylt.

 

VIT MÆLA TIL:

  • At næmingarnir eru við til at velja listavitjanir til skúlan. Hetta kann gerast við umboðum úr næmingaráðnum, ella  við at flokkarnir stovna eitt listaráð og velja sær umboð at velja listavitjanir saman við lærarunum.

  • At næmingaumboðini taka ímóti listafólkunum og vísa teimum runt á skúlanum saman við kontaktlæraranum.

  • At lærarar gera listavitjanina til ein part av námsætlanini.

 

KRØV TIL LUTTAKANDI SKÚLAR:

  • At skúlin tekur væl ímóti listafólkunum og vísir teimum, hvar tey skulu vera.

  • At skúlin sær til, at listafólkini fáa ta hjálp, teimum tørvar, so sum at bera inn, seta upp, taka niður o.a.

  • At skúlin tryggjar sær,  at hann lýkur krøvini til høli og tøkni fyri listavitjanina.

  • At lærarin fyrireikar næmingarnar til listavitjanina soleiðis, at øll fáa sum mest burtur úr vitjanini.

  • At lærarin hevur ábyrgd av næmingunum og er til staðar, meðan listavitjanin er.

 

Skúlarnir gjalda onki fyri vitjanina. Barna -og Útbúgvingarmálaráðið, Norðurlandahúsið og kommunurnar bera allan kostnaðin.