Um Listaleypin

Listaleypurin hevur til endamáls, at skúlabørn í øllum Føroyum fáa góðar listarligar upplivingar sum partur av skúladegnum.

Listafólk kunnu søkja um luttøku í Listaleypinum við at fylla umsóknarblað á heimasíðuni hjá Listaleypinum. Ein úrvalsnevnd mannað við 5 fólkum velur millum verkætlanir, ið bjóða seg framm. Í úrvalsnevndini sita 3 limir, ið umboða LISA og 2 limir, ið umboða skúlaverkið.

Hvør kann søkja?

Listaleypurin miðar ímóti at fevna um allar listagreinar, bæði framførslur, framsýningar og verkstovur.

Hvørt ár kunnu listafólk søkja um luttøku við at senda eina umsókn ígjøgnum heimasíðuna hjá Listaleypinum www.listaleypurin.fo. Árliga umsóknarfreistin er 15. apríl.

Hvussu er Listaleypurin skipaður?

Í løtuni kunnu listafólk søkja um at luttaka soleiðis:

1 vika har listafólkið vitjar 5 ymiskar skúlar við einari framførslu,framsýning og/ella verkstovu

4 vikur har listafókið vitjar 4 ymiskar skúlar 4 dar á hvørjum skúla við eini longri verkstovu (onkuntíð við eini framførslu/framsýning tilknytt)

Fíggjarætlan

Tað er ikki neyðugt at senda eina fíggjarætlan við umsóknuni. Úrvalsnevndin gevur eina samsýning á 30.000-50.000 dkk brutto, fyri luttøkuna alt eftir hvussu nógv listafólk eru við í verkætlanini.

Spurningar ísamband við umsóknuna kunnu sendast til verkætlanarleiðarin Rannvá Káradóttir listaleypurin@listaleypurin.fo, telefon 277747

Næsta umsóknarfeistin er 15. apríl 2019