Heystið 2025
Beinta, Borgfríð og Julia (FO)
Við sangleiki verða næmingarnir á ein áhugaverdan hátt leiddir aftur til gerandisdagin í gomlu Føroyum. Á túrinum til neyta fara neytakonurnar at fortelja og syngja um huldufólk og bygdafólk gjøgnum kendar føroyskar yrkingar, vísur og barnasangir. Næmingarnir síggja eisini brúkslutir frá gomlum døgum í sýningini.
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 3. - 7. nov. 2025
Nina Molven (NO)
Ein spennandi verkstova og framsýning, har næmingar læra um lívið og listina hjá Edvard Munch gjøgnum frásøgn og samtalur og eisini fara at skapa sína egnu list. Dentur verður lagdur á kenslur, hugflog og at næmingarnir fáa møguleika at finna sítt egna úttrykk.
Longd: Ein skúladagur (08:30–12:30)
Tíðarskeið: 3. - 8. nov. 2025
Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen & Mathilde Rosengren Bruun (AVIAJA dance) DK/GL
Ein sansalig og hjartanemandi dansiframførsla um at hava røtur í tveimum londum - Grønlandi og Danmark - og um at finna samleika sín ímillum ymsar mentanir og tungumál. Í “Mál/leys” granskar Hammeken, hvat tað merkir at hoyra til - og at kenna seg fremmandan. Næmingarnir fáa eisini høvi at luttaka í sjálvari framførsluni.
Longd: 90 min.
Tíðarskeið: 17. - 21. nov. 2025