Skapa eitt plagg um

Í hesi verkstovuni fara næmingarnir at læra um klædnaídnaðin, og hvussu nógv arbeiði og tilfeingi liggur í hvørjum plaggi. Frida Poulsen gevur eina greiða og skilliga innleiðing í burðardygd og tær avbjóðingar, sum eru knýttar at framleiðslu og nýtslu av klæðum.

Síðani arbeiða næmingarnir verkliga við at pilka eitt gamalt plagg sundur og skapa okkurt nýtt burtur úr tí. Verkstovan leggur dent á kreativa tilgongd, handaligt arbeiði og nýhugsan.

Endamálið er at geva næmingunum bæði vitan og verkligar royndir, sum kunnu broyta teirra hugburð til klæðir og nýtslu.


Listafólk: Frida Poulsen

Listagrein: Handverk/klædnalist

Slag: Longri verkstova

Longd: 2 verkstovur við somu næmingum, 3 skúlatímar hvør

Tíðarskeið: 28. sep.– 9. okt. 2026

Málbólkur: 4.-10. flokkur

Næmingatal: Í mesta lagi 48 næmingar

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Eina skúlastovu ella ein størri sal, um tey eru fleiri enn ein flokkur. Helst hava gott arbeiðsborð at sita við.Skúlastova við vanligum skúlaborðum er nóg gott.

Krøv til tøkni og útgerð: Eina uppvørpu/teldu til framløguna. Penn og pappír. Eitthvørt plagg hvør, uppsprettara og nál og tráð. Saks, um neyðugt. Til teir skúlarnar, sum hava seymimaskinu, er hetta eisini ein møguleiki, men tó einki krav.