Visuell søgufrásøgn

Næmingar fara at læra heilt grundleggjandi um hugskotsmenning, søgubygnað, og hvussu mann sigur søgur í filmi uttan at brúka orð, t.e. fortelur visuelt.

Verkstovan hevur heitið “Visuell søgufrásøgn”, tí fokus verður á, hvussu mann í filmslist fortelur søgur gjøgnum myndir heldur enn við orðum. Næmingarnir fara at framleiða ein film, ið varir 2-3 minuttir, har ongin dialogur er loyvdur. Hetta fyri at læra teir at fáa boðskapin fram gjøgnum myndir.

Fyrsta dagin verður arbeitt við hugskotsmenning, søgubygnaði og visuellari frásøgn. Næmingarnir læra at finna fram til bæði ta ytru søguna — hvar og hvat søgan snýr seg um — og ta innaru søguna — hvør kensla ella hugsan býr undir. Við dømum úr kendum filmum verður eisini víst, hvussu myndir, bygnaður og ein týðandi hending kunnu seta gongd á eina søgu.

Síðani arbeiða næmingarnir í bólkum við at menna síni egnu hugskot til einfaldar og ítøkiligar filmssøgur. Teir leggja til rættis, hvar og hvussu søgan skal filmast, og fáa vegleiðing í allari tilgongdini.

Seinastu dagarnar filma næmingarnir søguna og klippa hana saman. Verkstovan endar við, at bólkarnir vísa filmarnar fyri hvørjum øðrum.


Listafólk: Terji Mohr
Listagrein: Visuell søgufrásøgn
Slag: Longri verkstova
Longd: 4 verkstovur við sama flokki, 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: Nov. 2026
Málbólkur: 8.-10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 25 næmingar (arbeiða í toymi við 4-5 næmingum)
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Eina skúlastovu, møguliga teldustovu (næmingar kunnu eisini nýta sína egnu teldu í skúlastovuni). Bert ein næmingur í toyminum krevur at hava teldu.
Krøv til tøkni og útgerð: Næmingar koma at filma sín film á einari smartphone. Teir skulu klippa filmin við einum heilt einføldum forriti, iMovie ella líknandi.