Lær at mála abstrakt
Á verkstovuni bjóðar Helga Djurhuus næmingunum at arbeiða við abstraktari myndlist. “Saman fara vit at mála abstraktar málningar. Næmingarnir læra at tora at spæla við málingina og eksperimentera við tilfari og kompositión - læra at tora at mála uttan eitt motiv fyri eyga. Hvussu kann ein mála sínar kenslur? Í einum heimi fullum av skíggjum og nógvari ferð læra børnini at finna sálarró ígjøgnum málingalistina. Vit enda okkara verkstovu við eini lítlari framsýning á skúlanum.“
Helga sigur: Eg vil læra fleiri børn at arbeiða við abstraktari list. Vit fara at royna ymiskt tilfar: olju, akvarell og mixed media. Ofta so læra vit at tekna og mála á ein ”ávísan” hátt. At mála okkurt, sum ímyndar nakað ávíst.
Eg vil, at børnini fáa eyguni upp fyri abstraktari list. Eg vil, at tey skulu avlæra tað, sum tey hava lært, so tey gerast fríari og tora at eksperimentera visuelt - gera meira og hugsa minni. Eg vil læra tey at síggja og eksperimentera kensluliga við kompositión og litum. Læra tey at tora at eksperimentera og at stóla upp á tilgongdina, soleiðis at tað at mála kann gerast ein máti at finna sálarró eina løtu. Læra, at bara við at vera leitandi og gera sær royndir við tí visuella verður málningurin til av sær sjálvum, og soleiðis hava álit á, at sjálv tilgongdin er allarmest umráðandi, og at tað perfekta finst ikki. Saman við teimum ungu vil eg gera smáar uppgávur, sum eg kenni frá míni egnu útbúgving í visuellari sniðgávu á Det Kongelige Akademi. Smáar máliuppgávur í styttri og longri tíð, sum kann fáa tey í gongd uttan at hugsa, men heldur bara skapa við hondunum og koma “úr høvdinum”. At enda vil eg, at tey ungu fara úr verkstovuni við eini kenslu av at tora at arbeiða listarliga abstrakt, og at tey saman við málingini fara at tora at úttrykkja seg visuelt og duga at síggja tað sum ein møguleika at koma burtur frá skíggjum og fáa ró og sálarfrið eina løtu.
Listafólk: Helga Djurhuus
Listagrein: Abstrakt myndlist
Slag: Longri verkstova
Longd: 4 verkstovur við sama flokki, 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: Mars 2027
Málbólkur: 8.-10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 15 næmingar
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Eitt arbeiðsrúm, har børnini kunnu arbeiða við máling. Møguleiki at sýna arbeiðið fram eftir verkætlanina.
Krøv til tøkni og útgerð: Lørift, máling, pappír og penslar.