Kópakonan í nýggjum hami

Kópakonan í nýggjum hami er ein tónleikaframførsla bygd á føroysku søgnina Kópakonan.

EKA trio, ið fevnir um ljóðførini saksofon, trompet og klaver, framførir saman við Biritu Poulsen operasangara og frásøgufólki. Tónleikin hevur føroyska tónleikaskaldið Páll Sólstein sett saman, Nicolina Dahl eigur sangtekstirnar, og myndirnar eru eftir Edward Fuglø.

Framførslan er lagað til børn og ung, og søgan verður greidd frá í sjónleikastíli við frásøgufólki, sum eisini syngur. Tónleikurin er atmosferiskur og melodiøsur við ljóðligum brotum og harmonium, sum fanga áhugan frá fyrstu løtu. Framførslan er gilt høvi hjá børnunum at fáa sansirnar sjón, hoyrn og kenslur at renna saman í eina heildaruppliving, sum bæði undirheldur og undirvísir.

Tónleikurin og frásøgan kunnu knýtast til arbeiðið í føroyskum, tónleiki og søgu, har børnini kunnu viðgera ljóð, dramatikk, frásøguhátt og føroyska mentan. Framførslan er harumframt eitt høvi at vísa, hvussu list og søga kunnu sameinast í einum heildarligum og fjølbroyttum skúlatilboði.


Listafólk: Birita Poulsen, Kristina Thede Johansen, Ernst Dánjalsson Remmel, Aksel Dánjalsson Remmel

Listagrein: Tónleikur, frásøgn og myndlist

Slag: Framførsla og konsert

Longd: Framførslan er 30-35 min.

Tíðarskeið: 8.–12. mars 2027

Málbólkur: 0.-6. flokkur

Næmingatal: Í mesta lagi 200 næmingar

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Størri høli so sum aulu e.l.

Krøv til tøkni og útgerð: Uppvørpu og lørift. Atgongd til streym. Atgongd til akustiskt ella elektroniskt klaver um gjørligt.