Is It?
Hendan skúlakonsertin er ein nútímans tónleikauppliving, ið sameinir klassiskan sang, saksofon og framførslu/listarligt innihald. Verkætlanin er ætlað eldri næmingum og leggur dent á at vísa, hvussu tónleikur kann førast fram við bæði ljóði, kroppi, rørslum og samskifti.
Á skránni eru verk sum "Is It" eftir Thomas Kessler, "Vice Versa" eftir F. Sarhan og líknandi samtíðartónleikur, har sangari og saksofonleikari ikki bert spæla og syngja, men eisini arbeiða við rødd, kroppi, rúmi, leiklutum og pallframførslu. Í hesum verkum verður tónleikarin virkin partur av sjálvari søguni og hugskotinum, og markið millum tónleik, leiklist og framførslu kámast og hvørvur.
Konsertin vil vekja forvitni og kjak um:
Hvat tónleikur kann vera í dag?
Hvat klassiskur tónleikur inniber?
Hvussu list kann brúkast sum eitt mál til at seta spurningar og skapa upplivingar?
Millum stykkini verður greitt stutt frá verkunum og arbeiðsháttinum á einum máli, sum er skilligt og viðkomandi fyri næmingarnar. Dentur verður lagdur á samrøðu, og tey ungu fáa høvi at reflektera yvir tað, tey síggja og hoyra.
Við hesi verkætlan vilja vit geva næmingum eina sterka og øðrvísi tónleikauppliving, sum víðkar teirra fatan av klassiskum tónleiki og samtíðartónleiki.
Listafólk: Birita Poulsen og Kristina Thede Johansen
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 30 min.
Tíðarskeið: 1.-5. apríl 2027
Málbólkur: 4.-10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 200 næmingar
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Størri høli so sum aulu e.l.
Krøv til tøkni og útgerð: Eingi