Neytakonurnar
Hesin sangleikur gevur á forvitnisligan hátt næmingunum innlit í gerandisdagin hjá neytakonum fyrr í tíðini. Í leikinum hoyra næmingarnir søgur og sangir um huldufólk og bygdarfólk gjøgnum kendar føroyskar yrkingar, vísur og barnasangir.
Við sangi, klaverleiki og sjónleiki fáa næmingarnir eina uppliving og fatan av, hvussu ein gerandisdagur fyrr í tíðini kundi vera fyri ungar, føroyskar kvinnur. Í leikinum uppliva gamlar og kendar føroyskar yrkingar og vísur, t.d. “Tá eg fór mær til Gjáar”, “Hulduríman”, “Dukka mín er blá” og “Sov lítli eingil mín” og nýggjar útsetingar av yrkingum eftir Chr. Matras og H. A. Djurhuus. Høvi verður eisini hjá næmingunum at síggja gamlar búnar og brúkslutir, ið eru partur av leikmyndini. Leikurin varð m.a. framførdur til Summartónar 2024, og bæði børn og vaksin tóku væl ímóti honum.
Viðmæli: “Eingin er sum Christian Matras, tá ræður um at lýsa føroysku náttúruna og gerandislívið. Og eingin er sum hesar tríggjar gávuríku ungu “neytakonurnar”, tá ræður um at geva skrivaða orðinum lív.” – Pauli í Sandagerði, 15.7.2024.
Listafólk: Beinta Ingeborg Greve, Borgfríð Fonsdal Johannesen, Julia Fonsdal Højgaard
Listagrein: Sangleikur – klaver og tvær røddir
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: Januar 2027
Málbólkur: 0.-6. flokkur
Næmingatal: Einki minsta- og mestamát; tað veldst um framførsluplássið
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Eingi
Krøv til tøkni og útgerð: Klaver, høvuðsett-mikrofonir um gjørligt - alt eftir hølisstødd