Showtime
Showtime er ein teaturkonsert upp á 50 minuttir. Tað eru Borgfríð Fonsdal Johannesen, Bergur Fonsdal Johannesen og Aksel Dánjalsson Remmel, ið framføra.
Showtime fevnir um fjølbroytta skrá við sangum úr millum annað kendu operuni Karmen og sangleikinum Klokkarin í Notre Dame. Talan er um nógvar ymiskar leiklutir, tí hvør sangur fortelur sína egnu søgu. Sýningin er á fleiri ymiskum málum, so sum fronskum, enskum og italskum. Sjónleikurin, sum fer fram millum sangirnir, er tó á føroyskum.
Summarið 2024 ferðaðust vit kring Føroyar við hesari verkætlanini og framførdu í Varpinum, Finsen, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í SALT. Afturmeldingarnar frá áskoðarunum vóru sera góðar, og vit upplivdu, at framførslan hóskaði sera væl til fólk í øllum aldri. Børn, ung og gomul sótu bergtikin gjøgnum alla framførsluna.
Við hesari sýningini vilja vit bjóða føroyskum børnum inn í ein heim, sum sjáldan verður uppsettur í Føroyum
Listafólk: Borgfríð Fonsdal Johannesen, Bergur Fonsdal Johannesen og Aksel Dánjalsson Remmel
Listagrein: Sangleikur og opera
Slag: Framførsla
Longd: 50 min.
Tíðarskeið: 4.–8. januar 2027
Málbólkur: 0.-10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 250 næmingar
Mál: Føroyskt (sungið verður á fronskum, enskum og italskum)
Høliskrøv: Størri høli, so sum aula.
Krøv til tøkni og útgerð: Klaver, høvuðsett um gjørligt.