Echoes of the Past
Axis Saxophone Quartet bjóðar næmingum í 7.–10. flokki til eina livandi skúlakonsert, har tónleikur, stuttar frágreiðingar og samrøða ganga hond í hond.
Á konsertini fáa næmingarnir innlit í, hvussu gamal tónleikur, eitt nú sálmar og klassiskur tónleikur, kann verða tulkaður av nýggjum og fáa eitt nútímans ljóð. Tónleikararnir vísa, hvussu tónaskøld í dag kunnu brúka eldri tónleik sum íblástur og skapa nakað nýtt, sum eisini er viðkomandi fyri dagsins ungu.
Á skránni er millum annað tónleikur úr Recitation Book eftir David Maslanka, sum er inspireraður av tónleiki hjá Bach. Eisini spæla tey verk eftir altjóða tónaskøld umframt norðurlendsk og føroysk, eitt nú Páll Sólstein og Kristinu Thede, sum arbeiða við eldri sálmatilfari á ein nýggjan hátt.
Undir konsertini greiða tónleikararnir frá, hvussu ein tónasmiður kann broyta og menna eitt gamalt tónleikahugskot við rútmum, samljóði, ljóðlitum og ymiskum mátum at spæla. Næmingarnir verða bodnir við í smærri samrøður um tað, teir hoyra, og um hvussu tónleikur úr fortíðini kann siga okkum okkurt í dag.
Ein týðandi partur av konsertini er at vísa saksofonina sum klassiskt ljóðføri. Nógv kenna hana best úr jazzi ella rútmiskum tónleiki, men her fáa næmingarnir at hoyra, hvussu fjølbroytt og kensluborin saksofonin eisini kann vera í klassiskum tónleiki.
Konsertin er løgd til rættis til skúlan og kann tillagast í longd. Hon hóskar væl til tónleik og arbeiði við mentan, søgu, siðvenju og skapandi hugsan. Málið er, at næmingarnir fara avstað við eini breiðari fatan av bæði klassiskum tónleiki og saksofonini — og við eini uppliving av, hvussu siðvenja og nýhugsan kunnu møtast í tónleiki í dag.
Listafólk/bólkur: Axis Saxophone Quartet
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 1.-5. mars 2027
Málbólkur: 8.-10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 200
Mál:Fføroyskt og enskt
Høliskrøv: Størri høli, so sum aulu e.l.
Krøv til tøkni og útgerð: Eingi