Sans

Hetta er ein orðaleys sýning við rørslu, rútmum og ljóðum, sum verða skapað í rúminum her og nú. Sýningin fer fram uttan orðanýtslu og streym. Í staðin eru tað kroppurin, andadrátturin, rørslurnar og ljóðini hjá teimum, sum eru til staðar, ið skapa upplivingina.

Børnini verða boðin inn í eina sansaliga og livandi uppliving, har nærvera, felagsskapur og forvitni eru í miðdeplinum. Við rørslu og rytmiskum ljóðum verður spælt við, hvussu vit kunnu lurta, samskifta og vera saman uttan orð.

Í sýningini verða børnini eggjað til at lurta væl eftir bæði teimum ljóðum, tey sjálv kunnu skapa við kroppinum, og teimum ljóðum, sum koma fram í rúminum. Tey verða boðin at undrast, fylgja við og lata seg inspirera av rørslu og rútmum.

Málið er at geva børnunum eina uppliving av, hvussu nógv kroppurin kann, og at skapa gleði, spæl og felagsskap gjøgnum rørslu, rútmur og dans.


Listafólk: Ole & Piero
Listagrein: Dansur
Slag: Framførsla
Longd: 35 min.
Tíðarskeið: 30. mars – 2. apríl 2027
Málbólkur: 0.-6.flokkur
Næmingatal: 150 næmingar
Mál: Kropsmál
Høliskrøv: Eingi
Krøv til tøkni og útgerð: Eingi