Tangoævintýrið
Eitt tangoævintýr um tær báðar freku og forvitnu kettlingarnar Carlos og Milonga.
Við støði í tí litríka og hugtakandi argentinska tangotónleikinum siga vit søguna um teir báðar kettlingarnar, ið villast umborð á eitt stórt, fremmant skip. Teir enda hinumegin jørðina í Buenos Aires. Har dansa tey tango við sterkum kenslum, sum eisini seta dám á villu ferðina hjá kettunum.. Børnini verða tikin við í framførsluna og sleppa at gera rútmu og ljóð og at syngja.
TangoCatz eru fýra royndir klassiskir tónleikarar, ið eru sera hugtiknir av tangotónleikinum og tí “cross over”, ið er til rútmiska tónleikin.
Listafólk: TangoCatz Quartet: Anna Klett, klarinett, Anne Vilain, sello, Maire Wärme, akkordeon, Selma Hande Gade, klaver
Listagrein: Tangotónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 min.
Tíðarskeið: 8.-12. marts 2027
Málbólkur: 0.-3. flokkur
Næmingatal: Umleið 150
Mál: Føroyskt og danskt
Høliskrøv: Gott er, um hølið hevur góðan akustikk.
Krøv til tøkni og útgerð: Klaver/flygil, ið stemmar 442 hz, og sangútgerð til søguna.