Konsert við TRIO ORO
TRIO ORO er ein norskur tónleikabólkur, sum tekur næmingarnar við á eina spennandi tónleikaferð gjøgnum ymiskar tónleikaheimar. Við blokkfloytu, gittara og trummu framførir bólkurin tónleik, sum er inspireraður av fólkatónleiki úr ymiskum londum og mentanum.
Á skránni eru millum annað bulgarskir fólkatónar við óvanligum taktartum, norskur fólkatónleikur við improvisatión, ein lívlig trummusolo og vøkur tónaløg. Tónleikararnir hava komponerað ella útsett allan tónleikin sjálvir.
Konsertin er fjølbroytt og livandi og gevur næmingunum møguleika at uppliva alskyns ljóðføri, tónleikasjangrur og arbeiðshættir. Millum løgini greiða tónleikararnir frá ljóðførunum, tónleikinum og sínum egnu royndum sum tónleikarar. Hetta skapar eina nærverandi og hugnaliga konsertuppliving, har næmingarnir bæði fáa høvi at lurta, undrast og læra.
TRIO ORO hevur drúgvar royndir við skúlakonsertum og leggur dent á at møta næmingunum í eygnahædd. Konsertin er lagað til aldursbólkin og gevur øllum, óansæð tónleikabakgrund, eina kveikjandi og minnisríka tónleikauppliving.
Listafólk: TRIO ORO
Listagrein: Tónleikur
Slag: Konsert
Longd: Uml. 40 minuttir
Tíðarskeið: 15.-19. marts 2027
Málbólkur: 0.-6. flokkur
Næmingatal: Umleið 100 næmingar
Mál: Norskt/skandinaviskt
Høliskrøv: Aulu e.l.
Krøv til tøkni og útgerð: Um fleiri enn 100 næmingar koma, er neyðugt við anleggi.