Longri verkætlanir
Featured
Maibritt Marjunardóttir (FO)
Vit fara við hugfloginum og hondunum at kanna, um vit kunnu knýta og binda kenslur. Við træðrum, stokkum og heklinálum skapa vit abstrakt listaverk, ið endurspegla okkara egnu sansan og tilvitan. Ein opin og undrandi tilgongd, har kenslur fáa skap.
Longd: 4 verkstovur á 3 skúlatímar hvør
Tíðarskeið: Vika 44 - 48 (27. okt. - 28. nov. 2025)
Kunstpilotene (NO)
Ein sansalig og skapandi listaverkætlan, har næmingarnir gjøgnum tveir dagar arbeiða við havinum sum íblásturi. Tey savna plantur, skapa egið pappír og mála við havvatni - alt í einum listarligum og umhvørvisligum samanhangi. Møguleiki er fyri at enda verkætlanina við einari uttandura framsýning.
Longd: 2 verkstovur á 3–4 tímar hvør
Tíðarskeið: mars 2026