Ein heilur er ein hálvur og tveir fjórðingar

Ein sýning um at vera tvíbólabarn og liva í fleiri húskjum. Við dansi, tónleiki, skemti og veruligum frásagnum frá børnum, som sjálvi liva í hjúnaskilnaðarhúskjum, kava vit heilt niður í gerandisdagin hjá einum tvíbólabarni við stjúkfamiljum, tvíbólasystkjum, skiftidøgum og øllum hinum.

Ein heilur er ein hálvur og tveir fjórðingar tekur støði í tí at vera tvíbólabarn og alsamt at skula flyta, gloyma ymist eftir, kenna seg gloymdan, og kenna tað sum at heimurin er sundurbýttur. Nógv børn uppliva, at foreldrini skiljast. Hjúnaskilnaður verður fataður sum okkurt heil vanligt, men hjá einstaka barninum er hetta mangan ein sorgarleikur, sum kann geva ógvislig kenslulig sveiggj. Ofta kennist tað ógvuliga einsligt.

Við hesum í huga bjóða vit ein visuellan alheim, sum leggja upp til egnar tulkingar og fatanir og felags hugsanir. Ítøkiliga er pallmyndin bygd upp av flytikassum – tilfar, sum kann verða flutt, sum altíð kann verða bygt upp, tikið niður og sum skapar nýggjar heimar og veruleikar. Vit brúka tónleikalig og likamlig virkisamboð og pallmyndarliga økja, avskepla, opna og skifta vit vinklar á hjúnaskilnað, og hvussu tað kann verða upplivað. Bæði fyri børn, ið kanska ikki hava eitt mál og kognitiva fatan av tí, tey uppliva, og fyri at skapa samljóð og betri fatan av tí í samskifti við teirra vaksnu umsorganarfólk. Vit hava við øðrum orðum skapað ein hugmynd, sum kann vera upplivað á fleiri stigum alt eftir aldri. Eitt listaligt rúm, sum gevur pláss og uppmerksemi til felagshugsanir um bæði sorg, sakn, vreiði, máttloysi, kærleika o.a.

Týdningarmikið er at geva pláss fyri øllum kenslum, skapa myndir, sum hvør einstakur kann endurspegla seg í, pallmyndir sum visualisera kenslur, ein kanska ikki hevði orð fyri, og at kenna seg aftur í kenlsuheiminum á ein hátt, so børn, ið ikki hava verið fyri hjúnaskilnaði, eisini kunnu hava eina støðu til tað.

Likamliga er hetta ein krevjandi sýning – tí tað er hart likamliga at vera tvíbólabarn. Ofta er neyðugt at dragsa alt møguligt aftur og fram og ofta liggur ymist í skeivum stað.  Skjótt kann tað gerast óruddiligt í høvdinum og bæði likamliga og sálarliga viðførið verður spakuliga tægað sundur. Tað er sum um svimjiklæðini altíð liggja eftir í tí skeiva húsinum.  

Tríggir dansarar eru við, og sýningin og tónleikurin eru gjørd av Rumpistol. Fleiri av teimum, ið eru við á palli og aftan fyri hann, hava verið fyri hjúnaskilnaði, bæði sum børn og í vaksnum lívi við børnum í ymsum aldri. Tað hevur tí verið nógv persónligt tilfar at taka av, og ógviliga stórur hugur hevur verið at geva hesum evni eitt likamligt úttrykk, som er alment viðkomandi hjá bæði børnum og vaksnum í heilum, hálvum og fjórðingshúskjum. 

Sýningin hevur fingið ómetaliga góða móttøku frá ummælarum, familjuviðgerum, sálarfrøðingum og ikki minst børnum sum áskoðarum.

Sýningin kann vera fyri upp til 100 persónum (við einum rættiligum áskoðarbygningi, so øll kunnu síggja gólvið). Í sambandi við sýningingina kunnu vit hava verkstovur við upp til 30 persónum í uml. 90 min. alt eftir, hvat rúmið klárar.


Heiti: Ein heilur er ein hálvur og tveir fjórðingar
Listagrein: Dansur
Slag: Sýning við verkstovu
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 22. - ­26. februar 2021
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Mál: Danskt
Tal av næmingum: 10-­30
Høli: Pallvídd dýpd: 6 m. Breidd: 8 m. Hædd: 3 m., umframt áskoðarar. Rúmið skal kunna verða myrkalagt og má hava vanligan streym. 2,5 tíma til at koma inn og 1,5 tíma til at fara út.
Krøv: Vit koma sjálv við allari tøkniútgerð