HIN 19. OYGGIN — har tíðin ikki finst

Ímynda tær, at ein 19. oyggj er í Føroyum, og at á hesi oyggj er tíðin ikki til. Hvussu hevði verið á eini tílíkari oyggj? Eldast fólk? Hvussu við degi og nátt? Tá ið fuglarnir koma? Flóð og fjøru? Í hesum multi-media listaverki bjóða vit næmingunum í felagsskapi saman við okkum at kanna, hvat tíð er, og hvussu hon kann upplivast. Vit fara bæði út í náttúruna og venda okkum inneftir fyri at skapa myndir, listarliga kortlegging, myndatøku, framførslur, yrkingar og ljóð/myndir.

Hin 19. oyggin – har tíðin ikki finst er ein listaverkætlan, har næmingarnir saman uppliva, hvat tíð er, og hvussu hon kann upplivast.

Er hon ein tikkandi klokka? Frystir tíðin um veturin eins og ein fossur?

Kann tíðin hoyrast? Ber til at nerta við tíðina? Kann tíðin síggjast, tá ið tú hyggur út? Hvussu ber til at siga, hvussu nógv tíð er eftir? Hvussu vita vit, at hon gongur? Ella hvussu nógv er klokkan (uttan okkara telefonir)?

Gjøgnum skapandi kanningararbeiði og søgukynstur miða vit eftir at fáa ymisk innlit í føroyska mentan og náttúruviðurskifti. Vit fara bæði út í náttúruna og nýta skúlarnar til skapandi myndir, listarliga kortlegging, myndatøku, framførslur, yrkingar og ljóð/myndir.

Hetta verður sostatt ein multimedia uppliving, har næmingar fara við teimum vitjandi á eina ferð á tí 19. oynni. Við at sýna fram tað skapandi kanningararbeiðið kunnu allir næmingarnir í skúlanum og foreldur teirra læra av nýggja innlitinum og teirra hugsanum um tíð í sínum gerandisdegi á eini av hinum 18 oyggjunum. 


Listafólk: Floortje Zonneveld og Eva Bullens
Listagrein: Multimedia
Slag: Myndlist og staðbundin mentanararvur
Longd: 4 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 19. apríl – 20. mai 2022
Mál: Enskt
Málbólkur: 4.–10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 30 næmingar
Høli: Floksstova ella gong