KLINGRA — Ein tónleikaframførsla, sum ljóðar eitt sindur sum tú

Klingra bjóðar næminginum inn í ein estetiskan hugaheim, sum kann virka sum ein steðgur frá gerandis andsligari sundurpetting. Samstundis taka tey ljóð og myndir úr gerandisdegnum hjá næmingunum upp í framførsluna. Næmingarnir fáa nevniliga eina bundna uppgávu, sum tey loysa, áðrenn bólkurin kemur á vitjan. Til uppgávuna krevst ein snildtelefon. Næmingarnir taka til samans 6 myndir og 2 ljóðbrot. Hesar myndir og ljóð verða síðan flættað upp í konsertina á skúlanum.


Listafólk: Dánjal á Neystabø, Heðin Ziska Davidsen og Kim Rafael Nyberg
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: Uml. 40 min
Tíðarskeið: 27. septembur – 1. oktobur 2021
Málbólkur: 4.–7. flokkur, 8.–10. flokkur
Næmingatal: Vit samstarva við ein flokk (24 næmingar), áðrenn vit koma á skúlan, men øll eru vælkomin til konsertina á degnum
Høli: Høli við myrkalegging er fyrimunur
Krøv: Eina uppvørpu