Farvæl harra Muffin

Farvæl harra Muffin er ein lívsjáttandi og hjartanemandi frásøgn um at siga farvæl. Við hita, gamanslyndi og virðing verður søgan fortald um síðstu dagarnar í lívinum hjá einum nógv elskaðum marsvíni. Men harra Muffin hevur livað eitt gott lív, og kanska er deyðin einki at vera bangin fyri. Ein dukkusjónleikur um stóru evnini, sum viðvíkja øllum. Lívið og deyðan.

Harra Muffin hevur fingið ilt í búkin. Hann hevur havt eitt gott lív – betri enn tey flestu. Hann ger ein lista:
• eina sera klóka og fitta konu
• eini lítil hús við egnum postkassa
• fýra lítil og loðin børn
• post av og á í postkassan

Einaferð var Harra Muffin ungur, sterkur og errin. Hann kláraði at bera eina heila agurku á bakinum! Nú er hann vorðin gamal og troyttur. Og hann situr einsamallur í sínum húsum og minnist aftur.

Við hita, gamanslyndi og virðing verður søgan fortald um síðstu dagarnar í lívinum hjá einum nógv elskaðum marsvíni. Tí harra Muffin hevur tað ikki gott longur og liggur til at doyggja. Tað er syrgiligt, og øll, sum sita eftir, syrgja. Men harra Muffin hevur livað eitt gott lív, og kanska er deyðin einki at vera bangin fyri.

Leikarar: Claus Mandøe, Else Anker-Møller. Handrit: Claus Mandøe, eftir barnabók hjá Ulf Nilsson. Leikstjórn: Bjarne Sandborg. Pallsmíð/dukkur: Mariann Aagaard, við hjálp frá Sille Heltoft.

"Ein dukkusjónleikur av allarhægstu rók um stóru evnini, sum viðvíkja øllum. Lívið og deyðan. Síggj hendan!"
♥︎♥︎♥︎♥︎♥︎♡ – Politiken

"… uttan iva besta framførslan á festivalinum, ein ósentimentalur og sterkur máti at viðgera evni sum deyðan, so at bæði børn og vaksin verða fangað og rørd, samstundis sum vit eisini flenna ..."
Jyllands-Posten

Vit hava ferðast við hesari leiksýningini kring allan heim. Og tá ið vit vitjaðu tykkum fyri nøkrum árum síðani við PARADIS, samdust vit um, at tað hevði verið skilagott at tikið Farvæl harra Muffin við til Føroyar.

Vit spæla leikin fyri aldursbólkinum 6 til 10 ár. Men vit vilja nokk viðmæla hann til 2. og 3. flokk, tá ið hugsað verður um málið.


Navn á framførsluni: Farvæl harra Muffin
Leikarar: Claus Mandøe, Else Anker-Møller
Listagrein: Dukkusjónleikur
Slag: Leiksýning
Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 13. -16. feb. 2023
Málbólkur: 2. - 3. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 80 næmingar.
Høliskrøv: 6,5 x 9 x 2,9 metrar høgt. Hølið skal kunna myrkaleggjast. Vit hava alt við, eisini áskoðarauppbygging til 80 næmingar. Okkum tørvar eina hjálpandi hond til at bera inn, tá ið vit koma, og tá ið vit eru liðug.
Krøv til tøkni og útgerð: Okkum tørvar vanlig streymstikk