ANTS 1+1=3

Dansiframførslan ANTS 1+1=3 er ein lívsfrísk íholdan av einum samfelag í pinkustødd. Á pallinum eru fimm dansarar við stórari kropsligari styrki, úthaldi og bakgrund í gøtudansi (street dance), vogue dansi, club dansi, bardagaítrótt og modernaðum dansi, sum leggja kropp og rørslu til meyruverðina. Stríðið fyri at yvirliva, felagsskapur, styrki og samljóð í einum samfelag á vanlukkueggini. Um stórbýir í pinkustødd, samansett lívhválv og samfeløg, har ið lívið hjá øllum kann vera í vanda, alt eftir evnunum at samarbeiða og verja eina drotning. 

Framførslan er eyðkend av tí serstøku listarligu samansetingini av leiklist og náttúruvísindum. Hon vísir eitt serligt rørslumál, sum byggir á dansaranna bakgrund og neyva gransking í rørslumynstrum hjá skordýrum.

Hervið bjóða ANTS 1+1=3 áskoðarunum heilt inn í undranarverd meyrubýli og fáa gongd á náttúruvísindi og leggja samfelagið undir sjóneyku.

ANTS 1+1=3 treylari: https://vimeo.com/785619450
ANTS heimasíða og upplýsingar: https://anastasija-olescuka.com/ANTS-1-1-3

Eftir framførsluna kunna dansararnir hava eina stutta spurningaløtu saman við næmingunum.

Verkstova
Vitjanin hevur eisini eina verkstovu til ein minni næmingabólk. Verkstovan savnar seg um samarbeið, toymisarbeiði, rørslu og kreativitetsspøl, og eisini skordýralíkar rørslur, sum næmingarnir fara at royna hvør sær og í bólkum.


Navn á verkætlanini: ANTS 1+1=3
Listafólk: Anastasija Olescuka Dance & Production
Listagrein: Dansur
Slag: Framførsla og verkstova
Longd: Framførsla 45 minuttir. Verkstova 60 til 90 minuttir
Tíðarskeið: 22.-26 januar 2024
Málbólkur: 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur
Næmingatal:  250 næmingar til framførsluna, 50 næmingar til verkstovuna.
Høliskrøv: Best við skúlaítróttarhøll.
Framførslan kann lagast til ymsi pláss og pallar, hon hevur onga pallmynd.
Pallurin skal vera 8m x 8m ella størri, í minsta lagi 6m x 6m.
Skiftingarrúm til klæði og smyrsl, pláss til upphiting undan framførslu, bað eftir framførslu og verkstovur.
Krøv til tøkni og útgerð: 
Ljóðskipan við hátalarum og sub, og leidningur og stikk til samband við tónleikakelduna.
Mál: Orðleys framførsla