TEKNIRØÐIR

Í verkstovuni fáa vit innlit í teknirøðir og teirra eginleika at bera søgur fram.

Vit fara at kanna dømi um, hvat teknirøðir eru, og hvat tær kunnu vera.
Vit fara at kanna kenslur, og hvussu vit fáa fáa tær fram í eini tekning, og hvussu vit skapa okkara egna serstaka persón.

Við spælandi venjingum og royndum fara vit at skapa søgur, granska hvussu vit fáa tær áhugaverdar og fangandi og snara teimum á til teknirøðir. Verkstovan endar við, at hvør næmingur ger sína egnu lítlu bók við teknirøðum.


Navn á verkætlanini: TEKNIRØÐIR
Listafólk: Viktorija Eziukas
Listagrein: TEKNIRØÐIR, TEKNING
Slag: Verkstova
Longd: 2x45 minuttir
Tíðarskeið: 6.-10. november
Málbólkur: 0.-3. flokkur, 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur
Næmingatal:  24 næmingar (møguliga 2 flokkar í sama skúla)
Høliskrøv:  Flokshøli
Krøv til tøkni og útgerð: Vanligt pappír og tekniamboð, sum tær dámar; blýantar ella tussj. 
Mál: Enskt