TÚ ERT EIN DAGUR Í MORGIN

Tú ert ein dagur í morgin er eitt hoyrispæl í rúmi, sum hevur flokshølið sum skríggjandi bakstøði. Tað er ein ljóðsøga, sum áhoyrarar uppliva gjøgnum hoyritelefonina, meðan tey sita á stóli sínum í flokshølinum. Í oyranum á áhoyraranum hendir ein søga um sálarløstir, happing og siðmenning í einum skúlaflokki; eitt hoyrispæl um upplivilsir í skúlaflokkinum og skúlatíðini, sædd við vaksnamannaeygum, frásøgufólkið er tannáringur.

Tað er ein endurminning í fortíð og nútíð, ein persónlig frásøgn, sum granskar skúlans sosiala samanspæl og stovnins ávirkan á kropp og sál. Ein ljóðlig kenslugreining, sum granskar skúlans longsul eftir farnari tíð og harðskap.

Ein innbjóðing til at lurta við bæði vón og vónloysi.

Verkið er skapað av palllistarfelagnum Convoi Exceptionnel, leikstjóri er Jon R. Skulberg, og gjørt í samstarvi við rithøvundin  Tina Åmodt, ljóðlistarmannin Kristian Hverring og leiklistarfrøðing Astrid Hansen Holm.

Convoi Exceptionnel
Convoi Exceptionnel er eitt felag, sum leggur dent á fleirfakliga og rúmliga-kropsliga tilgongd til dans, opera, og installatión. Skulberg pallsetur hugdýpandi rúm; hann er m.a. partur av tí virðiliga New Vision Arts Festival í Hong Kong i 2021, og framførslan For Ever Four Seasons bleiv víst á Ice Hot Nordic Dance í Helsinki, 2022.  

http://www.convoiexceptionnel.space/
https://passagefestival.nu/performance/du-er-en-dag-imorgen/ 

Tríverk til lærirúm
Tú ert ein dagur í morgin er  triðji partur av Tríverki til lærirúm , eitt staðbundið tríverk, har áhoyrarin møtir stovnsrúmum úr uppvøkstrinum. Tær ymisku framførslurnar bjóða áhoyrarunum inn í lærirúm og stovnar, sum stinga seg djúpt inn í okkara kropp og tankar. Her fáast nýggjar royndir og luftbornar upplivingar á listarinnar útivølli  og gerandisdagsins heimavølli. Convoi Exceptionnel granskar trý rúm – eina fimleikarhøll, eina svimjihøll og eitt flokshøli.


Navn á verkætlanini: TÚ ERT EIN DAGUR Í MORGIN
Listafólk: Convoi Exceptionnel
Listagrein: Leiklist
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið: 26. februar-1. mars 2024
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Næmingatal:  10-30 næmingar
Høliskrøv:  Vanligt flokshøli, sum hevur pláss til ein runding við 20-30 stólum.
Gera klárt 2 tímar undan fyrstu sýning.  
Krøv til tøkni og útgerð: Streymur, vanligt loftsljós, tendra/sløkkja.
Mál: Føroyskt