1001 LEBEN
Juliette Rahon & Co framføra eina dansisýning við íblástri frá Peter Pan í leikinum “1001 Leben”. Ein verð við fantasi- og veruleikaupplivingum fullfíggja hvørja aðra og lata upp fyri møguleikanum um sínámillum rannsakan og reflektión. Áskoðararnir verða fluttir úr fantasiverðini Neverland til 21. øld. Tvørlistaligi bólkurin sýnir fram eitt utopiskt rúm við óvanligum kropsmáli, kreativum musikaliteti og sínum serliga dansitónleikateatri.
Heiti: 1001 LEBEN
Listafólk: Juliette Rahon & Co
Listagrein: Dansur | tónleikur | sjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 11. - 15. januar 2021
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8.-10. flokkur
Mál: Enskt
Tal av næmingum: 20-50
Høliskrøv: Fimleikahøll ella aula har tað er pláss til 4 dansarar og tónleikarar at flyta seg runt í.
Krøv til tøkni og útgerð: Ljóðanlegg og 6 stólar ella 1 bonk. Um tað ber til: - uppvørpu - 4 ymiskar ljóssetingar (ið lýsa huglag) - dansiteppi