Jazz Kids

Jazzverkstova og konsert við næmingum frá Improbasen í Noregi. Næmingarnir sleppa at spæla upp á ljóðføri í samspæli við hvønn annan og instruktørarnar og læra ymsar teknikkir og nærkast jazzspæli og improvisasjón. Skeiðið krevur ongan forkunnleika. Jazzpedagogarnir úr Noregi, ið standa fyri skeiðnum, hava drúgvar royndir og eru vanir við at fáast við gehørgrundaða frálæru uttan nótar

Improbasen bjóðar eitt upplegg, har skúlabørn við verkstovu- og konsertluttøku bæði fáa høvi til at uppliva ungar jazztónleikarar spæla konsert og sjálvi vera skapandi tónleikarar. Við tveimum tímum á verkstovu fær bólkurin við næmingum høvi at spæla ymisk ljóðføri í samspæli við bæði instruktørar og ungar spælimenn úr Norðurlondum. Stórur dentur verður lagdur á samvirkan millum tey vitjandi og børnini á staðnum. Hvørki forkunnleiki ella royndir við at spæla ljóðføri eru neyðug fyri at vera við, men tað er ein fyrimunur, um næmingarnir hava tol og eru forvitnir eftir at læra um tónleik.

Luttakararnir kunnu vera:
- Næmingar, sum hava spælt ljóðføri
- Nýbyrjarar, sum fegnir vilja royna seg við ymsum ljóðførum (vit mæla til at velja annað tilboðið, men ein samanblanding ber eisini til).

Á verkstovuni læra næmingarnir einføld løg úr jazzstandard-skránni. Teir læra við gehørgrundaðu upplæringini um harmoniir, løg, rútmu og spæliteknikk. Haraftrat fáa teir innlit í ymsar hættir at nærkast improvisasjón.

Tá ið verkstovan er av, framføra yrkistónleikararnir í Improbasen og næmingar eina heildarkenda konsertskrá fyri hinum á skúlanum. Næmingarnir, sum hava verið á verkstovu, eru við í fleiri løgum á konsertini.

Tey, ið eru við, eru Odd André Elveland, sum hevur sett Improbasen á stovn og er dagligur leiðari, og Ayumi Tanaka, sum er ein hin mest spennandi ungi jazztónleikarin í Noregi í dag. Við sær hava tey ein bólk við trimum næmingum frá Improbasen. Hesir eru millum 9 og 15 ár, men teir hava longu ávísar royndir við jazzsamanspæli og konsertum.

Improbasen hevur ment ein serstakan undirvísingarhátt, sum ger tað møguligt fyri sjálvt smá børn at spæla kompleksan jazz. Mátin er gehørgrundaður og rannsakar ymsar hættir at nærkast improvisasjón. Børn hava aloftast eitt opið og spælikent sinni til list og tónleik, nakað ið samsvarar væl við grundreglurnar í jazzsjangruni. Improbasen er altjóða viðurkendur fyri háttalagið, og bæði instruktørar og næmingar, sum eru knýttir at deplinum, hava umfatandi altjóða royndir við seminarum, verkstovum, framløgum og tónleikaferðum.


Heiti: jazz kids
Listagein: Tónleikur, jazzur
Slag: Framførsla við verkstovu
Longd: Verkstovan er ein fyrrapart og konsertin 45 min.
Tíðarskeið: 25. - ­29. januar 2021
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Mál: Norkst/Enskt
Tal av næmingum: Verkstova við 5 - ­15 næmingum. Konsert fyri øllum skúlanum, um pláss er til tað.
Høli: 1-­2 bólkarúm til verkstovuna. Helst eina tónleikastovu. Pallur, samkomuhøll, fimleikahøll ella konserthøll til konsertina. Verkstovan kann eisini vera á pallinum, um hølið ikki verður brúkt til annað virksemi júst tá.
Krøv: helst eitt akustiskt piano og eitt trummusett. Um skúlin ikki eigur nakað tøkt, kunnu vit avtala at hava tað við okkum á skúlan.