Mytologiskar verur úr sjónum
Næmingarnir arbeiða við norðurlendskum havverum og mytum gjøgnum frásøgn og psaligrafi (pappírslist). Á hesi tvørlistarligu verkstovu fáa næmingarnir amboð at úttrykkja, miðla og tulka eina mytu við tilfari og kroppi. Teir gera sjálvir ein 3D-kassa/heim við støði í teirri veru og tí úttrykkið, sum teir velja.
Sagnir og mytur eru kend hugtøk millum børn, og flestu børn kenna eina ella fleiri. Hesar søgur eru í okkum, kring okkum, tær eru stórar, tær eru smáar, tær elva til tár, fagnað, látur, undran, vreiði – tær eru saman við okkum og uttan fyri okkum – tær savna, tær ríka, tær lata upp, tær eru fyrr og nú. Á hesi verkstovuni savna vit okkum um norðurlendsku mytisku verurnar og sagnaskapini í sjónum, av tí vit í Norðurlondum hava hav kring okkum. Eitt hav, sum altíð hevur givið og tikið. Havsins megi verður ofta persónsgjørd við gudum og yvirnatúrligum verum. Devulssettar og lokkandi verur kunnu fjala seg í sjónum. Verkstovan skiftir millum søgufrásøgn, næmingavenjingar og næmingaluttøku. Verkstovan leggur fyri við eini munnbornari framførslu og ferðasøgufrásøgn, sum tekur næmingarnir við, fyri at kunna teir um sagnir og mytur. Út frá myndamálinum í søguni ger hvør næmingur ein papírklippkassa/skuggakasa, sum verður bygdur upp í løgum eins og ein leykur. Løg, sum bæði fevna um spurningar, samrøður, hugsan og listarliga blóman.
Eins og vatn ímyndar havið kaos og eina lívskeldu bæði deyða og endurnýggjan. Sálarfrøðiliga ímyndar havið tað kvinnuliga og ótilvitaða. Hvussu søgan gongur í familjum og mentanum fyri at verja, æra og óttast tað stóra elementið. Saman við listafólkunum arbeiða børnini seg fram til at tulka, viðgera og skilja tann figurin, tey hava valt.
Verkstovugongd
Innleiðsla
Søgufrásøgn, innleiðsla um havverur og mytur. Á verkstovuni arbeiða við teimum royndum, næmingarnir hava, og bjóða teimum til søgufrásøgn. Næmingar eru við og deila sína vitan við okkum og hvønn annan.
Samrøðurúmið
Eitt prát um havið, egnar royndir, ótta, kenslur.
Úrval
Næmingarnir fáa at vita um ymsu mytisku verurnar. Teir velja hvør sín at arbeiða víðari við.
Tilfarsinnleiðsla
Næmingarnir fáa tilfar útflýggjað og eina kunning, sum hóskar til.
Tilevning
Figururin verður evnaður til, samstundis um ein persónlig tulking av honum eisini verður gjørd.
Samanumtøka
Næmingarnir vísa verkini hjá sær fram í smáum bólkum. Tey verða síðan knýtt saman til eina persónliga tulking ella framhaldandi yrking.
Verkini verða øll somul sýnd fram í flokkinum
Okkara mál er at fáa eina eksperimenterandi løtu í lag, har myndlist og palllist renna saman. Hugsanin er, at børnini arbeiða við eini kreativari innari og ytri tilgongd. Eini tilgongd, sum eggjar hugflog og skapanarkraft, og sum manar fram hugskotsríkidømi og førleika at gera nýgerðir, so børnini spreingja karmarnir fyri, hvat tey sjálvi halda, tey duga og tora.
Listafólk: Ruth Lerche og Maria Lau Krogh
Heiti: Mytologiskar verur úr sjónum, ein tvørlistarlig ferð gjøgnum frásøgn, pappír og saks
Listagrein: Myndlist og palllist
Slag: Verkstova
Longd: Ein fyrrapart
Tíðarskeið: 17. - 21. mai 2021
Málbólkur: 4. - 7. Flokkur
Mál: Danskt
Tal av næmingum: 30
Høli: Flokshøli, helst 40 - 60 m²
Krøv: Vit koma sjálvi við allari útgerð