Treðum lættliga dansin

Verkætlanin hevur til endamáls at læra næmingarnar at bera fram føroysku kvæðini soleiðis, at dansurin verður eitt samspæl millum søgan, tempo, lag og stev, sum ganga saman í eina hægri eind. Fyri at ogna næmingunum henda førleika verða fjølbroyttir læruhættir við virknum luttakarum brúktir.

Føroyskur dansur og kvæðaskaldskapur er partur av undirvísingini í føroyska fólkaskúlanum. Tað er mennandi hjá næmingunum at sleppa á verkstovu, har arbeitt verður við dansinum og kvæðunum á fjølbroyttan hátt. Verkstovan fevnir um læruhættir, ið hava til endamáls at læra næmingin at dansa, at læra seg kvæðini uttanat, at skipa og leiða dansin og ikki minst at sameina dansin, søguna, tónalagið, tempo og stev, so kvæðini verða framborin við listarligum dámi. Tíðin á árinum er januar og februar, tí hetta er tíðin, tá ið skúlarnir arbeiða við kvæðum og føroyskum dansi. Verkstovan fevnir um tveir tímar og er ætlað sum íblástur til at geva frálæruni í føroyskum dansi og kvæðum  størri innlivan og fjølbroytni. Arbeitt verður við kvæðum og dansi við námsfrøðiligum og didaktiskum amboðum, ið viðgera mentanararv okkara úr fleiri sjónarhornum.


Listafólk: Jónleif Johannesen
Heiti: Treðum lættliga dansin
Listagrein: Dansur
Slag: Verkstova
Longd: 2 tímar
Tíðarskeið: 25. januar – 5. februar 2021
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur
Mál: Føroyskt
Tal av næmingum: 10-50
Høliskrøv: Hølið má vera so stórt, at vit kunnu fara upp á gólv.
Krøv til tøkni og útgerð: Neyðugt er at hava netsamband og at fáa spælt stutt filmsbrot við ljóði og myndum upp á lørift.