Vegleiðing til umsókn

1. Navn á umsøkjara

Listaleypurin vil hava ein persón ella umboð fyri einum bólki sum umsøkjara. Hetta er tann, sum vit samskifta við, og sum samskiftir víðari við hinar luttakararnar í verkætlanini.

2. Avrokning

Øll útgjøld frá Listaleypinum fara gjøgnum skattaskipanini. Tí skulu vit hava antin p-tal ella v-tal tilskilað. Um fleiri limir eru í bólkinum, so ber til at fáa meir enn eitt p-tal. Tá er tað ábyrgdin hjá bólkinum at býta upp samsýningina innanhýsis. Allar rokningar  hjá bólkalimum verða latnar projektleiðsluni í Listaleypinum samlaðar.

3. Eftirlønarkonta

TAKS krevur, at eftirlønarkonta verður upplýst fyri øll lønarútgjald (p-tal).

4. Listagrein

Her verður sagt, um talan er um myndlist, tónleik, sjónleik, dans, bókmentir, frásøgn, filmslist, tvørlistarlig verk ella annað.

5. Málbólkur

Tað er listafólkið, sum ger greitt, hvørjum aldursbólki skúlavitjanin er hugsað til. Tiltøk kunnu hóska til fleiri aldursbólkar saman –ella vera meira hóskandi til ein ávísan aldur.  Á sama hátt er umráðandi, at tilskila hvussu stórar næmingabólkar tiltakið  er til. Tað ber, eitt nú,  til at býta upp ein vitjan í tvíningar, ein smærri bólkur í verksmiðju og ein størri til framførslu, ella ein smærri bólkur til “hands on” og ein størri til listaframsýning á skúlanum.

6. Lýsingin av listaverki

Hetta er grundarlagið fyri breyðtekstin í faldaranum, og skal tí við fáum orðum  (í mesta lagi 10 reglum) gera greitt, hvat næmingarnir fara at uppliva. Teksturin verður nýttur í Listaleypa-faldaranum.

7. Frágreiðing um listaverkið (í mesta lagi 30 reglur)

Úrvalsnevndin leggur alstóran dent á, at umsøkjarin hevur gjørt seg tankar um, hvussu hann/hon møtir næmingarnar. Hvussu kann skúlavitjanin hava eitt meirvirði í skúlagongdini, bæði meðan tiltakið varir og aftaná. Úrvalsnevndin hyggur bæði eftir listaliga góðskuni  og um tilknýti er til lestrarætlanina, um tilfar er at arbeiða víðari við, og um listafólkini hava hugsað um, hvussu sambandið millum gerandisdag næminganna og listafólkavitjanina kann gera tiltakið viðkomandi.

7. Krøv til høli og tøkni

Krøv til høli, tøkni, ljós, ljóð, fyrireikingartíð, niðurtøka o.l. skulu vera greitt tilskilað, soleiðis at hvør skúli sær kann taka støðu til, um tey hava umstøður til júst henda vitjanina. Eisini vil úrvalsbólkurintryggja sær, at listarliga verkætlanin er hóskandi til at turnera.  

8. Longri verkætlan

Set x við um tú ynskir at luttaka sum økislistafólk. Økislistafólk er eitt tilboð, har listafólkið vitjar somu skúlar fleiri ferðir yvir longri tíð. Her arbeiðir listafólkið beinleiðis við næmingunum í eini skapandi tilgongd. Næmingarnar royna skapandi háttaløg og kann hetta enda við eini framsýning, framførslu ella annað tá vitjaninar eru liðnar. Tíðarkarmur og innihald verður avtalað í samráð við skúlarnar.

9. Úrval

Úrvalsnevndin hevur skyldu at hyggja bæði eftir góðsku í verkætlanini og taka støðu innihaldsliga um, hvørt listaverkið er viðkomandi fyri skúlar. Tí er tað alneyðugt, at umsøkjarar skjalprógva bæði projektið og leggja CV og dokumentatión um royndir – tíðindastubbar, ljóðupptøku, myndir, filmklipp ella líknandi við umsóknini. Teldutøkar slóðir til eitt nú MySpace ella Youtube kunnu brúkast. Úrvalsnevndin hevur einmælt samtykt, ikki at viðgera umsóknir, har góðskan av tiltakinum ikki kann eftirkannast. Viðmerkjast skal, at umsóknir úr Føroyum og úr øðrum londum verða viðgjørdar eftir somu krøvum.

10. Fíggjarætlan

Ikki er neyðugt at viðhefta fíggjarætlan. Úrvalsnevndin tilskilar eina samsýning áljóðandi millum 20.000 og 60.000 kr fyri fimm skúlavitjanir, og hetta er ikki knýtt at, hvat framleiðslan hevur kostað. Samsýningin er ein heildarupphædd, og ongar kostnaðir afturat hasum verða útgoldnir.

11. Umsóknarfreist

Undantøk verða ikki gjørd við umsóknarfreistinum, annað enn um úrvalsnevndin velur at lýsa longri freist. Hetta verður gjørt, um inkomnu umsóknirnar eru ov fáar ella góðskan ikki verður mett at vera nóktandi.

Næsta umsóknarfreist er 15. apríl 2019