Smá tónaskøld

Kunnu børn gera tónleik? Sjálvandi kunnu tey tað! Vit hjálpa børnunum at finna sín egna tónleik og skapa teirra egnu tónleikaverk.

Saman við professionellum tónaskøldum og tónleikarum menna børnini sína tónleikaligu tilvitan. Við einføldum venjingum og amboðum læra børnini um rútmu, tónahædd, form og klang - og at festa sín egna tónleik á blað. Tá ið verkstovan er liðug, fara øll børnini heim sum tónaskøld!


Heiti: Smá tónaskøld
Listafólk: Figura Ensemble
Málbólkur: 1. - 3. flokkur I 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 28
Høli: Skúlastova umframt høli/umstøður til bólkaarbeiði
Longd: 2 dagar, kl. 9 - 13
Tíðarskeið:  29. apríl – 3. mai 2019