Tónleikur og talgildir miðlar

Saman við komponistduoini Reenberg/Munch skapa næmingarnir sínar egnu sangtekstir á føroyskum við støði í tónleikinum hjá komponistunum. Hetta verður øðrvísi sangskriving, her vit í eina viku finna íblástur í umheiminum hjá næmingunum og samstundis venja okkum til at miðla tónleik tvørtur um tungumál. Vikan endar við eini konsert, her sangirnir hjá næmingunum verða framførdir. Aftaná senda vit skúlanum eitt nótahefti við júst teirra sangum.

Á verkstovuni taka vit støði í teimum tólum og tí kunnleika, sum næmingarnir hava beint nú – uttan mun til mál ella fakligt stig. Innihaldið í listaligu framleiðslunum kann knýtast at verandi námsætlan hjá flokkinum, soleiðis at næmingarnir kunnu venja seg við at hugskotsmenna og brainstorma út frá einum viðkomandi evni - nú við sangi og tónleiki sum málbúna. Verkstovan varir eina heila viku, har Claus og Mathias vitja næmingarnar og saman við teimum skapa nýggjar føroyskar sangir. 

Verkstovan er best egnað til næmingar í miðbólkinum 4. - 7. flokk 


Heiti: Tónleikur og talgildir miðlar
Listafólk: Claus Reenberg og Mathias Madsen Munch
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 15 - 50
Høli: Vanligt flokshøli
Krøv: Teldil ella fartelda (í minsta lagi 3 pr. teldil). Uppvørpa og hátalaraútgerð
Longd: 4 heilar skúladagar í hvørjum skúla
Tíðarskeið: Mars - apríl 2019