Myndirnar syngja

Ein opera við talandi replikkum. Susanne arbeiðir á listasavni, har hon er hjálparfólk hjá stjóranum. Hon sveimar í síni egnu verð og droymir um sjálv at gerast víðagitin listamálari. Ein dagin biður tann máttugi savnsstjórin hana um at velja eina mynd til framsýningina. Men dugir hon tað? Myndirnar verða livandi og trína út úr rammunum. Tær syngja og samspæla við teir ”røttu” persónarnar í eini spennandi og hendingaríkari søgugongd fyri til seinast eftir ein sannan tour de force at renna saman í einum fjórða ”ørandi” málningi.

Tignin í málninginum og kenslumettan í sanginum ganga hond í hond í hesi nýkomponeraðu operuni um myndlist og kærleika. Søgan spennir frá í trimum málningum: Chr. 4., sum Abraham Wuchter málaði í 1636, ”Zulma” eitt pappírsklipp upp á 248 cm x 128 cm hjá Henri Matisse frá 1950 og sjálvsmyndin hjá J.F. Willumsen frá september 1933. Tær tríggjar ymisku myndirnar hoyra til hvør sítt tíðarskeið, sum eisini verðuir lýst í tónleikinum hjá Lars Fjeldmose. Framførslan hevur longu verið á listasøvnum nógvastaðni í Danmark og er i 2013 og 2015 spæld fyri einum 6000 børnum.

Listasøvnini rúma teimum mongu sterku visuellu søgunum og samspæla við tað máttuga spælið í operuni. Eitt møti millum listina fyri eygað og listina fyri oyrað. Við at skapa eitt sansa- og upplivingarrúm á savninum verða børnini samstundis tikin við upp á ein listarligan og pedagogiskan máta í mynda- og tónlistaheimin.


Heiti: Myndirnar syngja
Listafólk: Operaen i Midten.
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 50 - 200
Høli: Gólv í minsta lagi B: 5 merar D: 4 metrar H: 3 metrar. Høli til garderobu til sangarar er ynskiligt.
Krøv: 240 volt
Longd: 55 minuttir
Tíðarskeið: 16. - 20. september 2019