Bei bei plastikk

EIN LISTAVERKSTOVA VIÐ PLASTRUSKI OG KLÆDNATØKNI, SUM SKAPAR UPPMERKSEMI OG GEVUR ÍBLÁSTUR TIL AT BRÚKA ANNAÐ TILFAR ENN PLAST

Við BEI BEI PLASTIKK fáa tey ungu eina tiltrongda rødd at varpa ljós á okkara dálkaða umhvørvi. Við at blanda plastrusk við klædnatøkni skapar Stine Linnemann uppmerksemi og gevur íblástur til at brúka annað tilfar enn plast at framleiða við.

Undan verkstovuni verða allir luttakarar bidnir um at savna plastposar saman heima við hús, sum skulu nýtast til at skapa teirra listaverk. Við at klippa posarnar í strimlar, umskapa vit teir til eitt slag av tráði. Tráðurin verður vovin til listarligar installatiónir á skúlunum.


Heiti: Bei bei plastikk
Listafólk: Stine Linnemann
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 24
Høli: Sjálv verkstovan krevur ikki nógv pláss, men tað er umráðandi at skúlin letur okkum seta upp listaverkini inni ella úti. Eitt nú á hegn, pelar, portur o.a. Eisini er umráðandi at boð verða givin um at savna plastposar heima við hús eina viku áðrenn verkstovuna
Krøv: Saksar og smáir pinnar at gera royndir við (t.d. grillpinnar)
Longd: 1 dagur
Tíðarskeið: 2. - 10. mars 2010