Bulgarskir Turbovokalar
VIÐ RØDDINI SUM AMBOÐI STANDA SEKS KVINNUR TIL REIÐAR AT LATA EINA KENSLU- RÍKA KONSERTUPPLIVING VIÐ BULGARSKUM FÓLKAVÍSUM Í MODERNAÐARI TRÝ- SEKS-RADDAÐARI ÚTSETING
BULGARSKAR TURBORØDDIR. Glas merkir rødd á bulgarskum, og við røddini sum amboð standa seks kvinnur til reiðar við einari kensluríkari konsertuppliving við bulgarskum fólkavísum í modernaðari trý-seks-raddaðari útseting. Tónleikurin er ein serstøk samanrenning av gomlum og nýggjum, ávirkaður av eystur- og vesturlendskum siðaarvi.
Tekstirnir eru um lívið í Bulgaria og eru um alt frá skaldsligum lýsingum av kærleika, kríggi og gerandisdegi til stuttligar og hjartanemandi søgur, sum sangararnir greiða frá á konsertini.Glas merkir rødd á bulgarskum, og við røddini sum amboði standa seks kvinnur til reiðar at lata eina kensluríka konsertuppliving við bulgarskum fólkavísum í modernaðari trý-seks-raddaðari útseting. Musikkurin er ein serstøk samanrenning av gomlum og nýggjum, ávirkað av eystur- og vesturlendskum siðaarvi. Tekstirnir eru um lívið í Bulgaria og eru alt frá skaldsligum lýsingum av kærleikanum, krígnum og gerandisdegnum til stuttligar og hjartanemandi søgur, sum sangararnir greiða frá á konsertini.
Heiti: Bulgarskir Turbovokalar
Listafólk: Vokalselskabet Glas
Málbólkur: 4. - 7. flokkur, 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 120
Høli: Fimleikahøll ella onnur høli við góðum akustikki. 2 x 4 m gólv mitt fyri, framvið einum veggi. Næmingarnir sita á gólvinum.
Krøv:
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 30. mars - 3. apríl 2020