Lær at gera punk

Næmingarnir fara at læra um punksøguna, og hvat punk snýr seg um. Næmingarnir verða lærdir at syngja og spæla punk, hvussu mann rópar, og hvussu mann rokkar út. Næmingarnir læra at seta orð á sínar kenslur og at skriva tekstir og tónleik. Síðan verða teir koyrdir í bólkar, sum skriva sítt egna lag og læra at gera tað skjótt. So verður lagið vant og framført fyri hinum.

8.–10. flokkur er trupul. Næmingarnir fara ígjøgnum stóra menning bæði kropsliga og sálarliga, kenna seg misskiltar, hava ilt við at passa inn og stríðast nógv við ta óperfektu sjálvsmyndina. Í punkheiminum lærir mann ikki at leggja í at vera perfektur. Mann lærir, at øll kunnu vera við, líkamikið hvørji evnini eru, hvussu gamal mann er, ella hvussu mann sær út.

Hendan verkætlanin snýr seg um at læra næmingarnar um, hvat punk er, og hvussu mann kann seta orð á sína kenslur og sleppa av við frustratiónir, samstundis sum mann skapar list. Punktónleikur er skjótur, stuttur og lættur at læra, og tískil fáa flestu næmingar verið við (tó leggja vit dent á at fáa næmingar, ið verða undirvístir í tónleiki, tí vit hava ikki nóg góða tíð til at læra tey at spæla eitt ljóðføri heilt frá byrjan). Næmingarnir læra, at mann kann gera spennandi list og fáa nógv sálarliga gott burtur úr henni, hóast mann ikki strembar eftir perfektión. Vit vilja skapa eitt trygt umhvørvi, har vit geva hvørjum øðrum pláss til at skapa nakað óperfekt og at úttrykkja okkum.

Vit vilja læra næmingarnar ymisk amboð, bæði innan skriving, praksis og framførslu, so sum hvussu mann rópar, hvussu mann úttrykkir sínar kenslur sunt, og hvussu mann kann vera meira sjálvsikkur í síni framførslu. Dentur verður lagdur á at skriva skjótt og at fara víðari til næsta punkt í sangskrivingini sum skjótast, tí alt ov ofta er mann ov sjálvkritiskur og bangin av sær, og hetta er eitt, vit vilja niðurbróta.

Dag nr. 2 ella 3 (alt eftir hvussu skjótt tað gongur) verða næmingarnir settir í bólkar, har teir skulu skriva og venja sítt egna lag.

Eftir 3 dagar av punksøgu, skriviskeiðum og venjingarlegum fara næmingarnir at framføra fyri hvørjum øðrum, har dentur verur lagdur á, at tey eru djørv, og at vit skulu stuðla øllum, sum tora at framføra.

Vit meta hetta at vera amboð, ið fara at hjálpa næmingum í at vera effektivir í sínum arbeiði, læra teir at vera meira skapandi og læra teir at viðgera sínar egnu kenslur, og at hetta fer at hjálpa næmingum og føroysku tónleikamentanini munandi.


Navn á verksmiðjuni: Lær at gera punk
Listafólk: Fríði Djurhuus og Sigmund V.P. Zachariassen
Listagrein: Tónleikur og sangskriving
Slag: Longri verkætlan (3 dagar á hvørjum skúla)
Longd: Verksmiðjan er 3 tímar og 3 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: novembur 2022
Málbólkur: 8. – 10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 30
Høliskrøv: Vanlig tónleikastova ella skúlastova.
Krøv til tøkni og útgerð: 2 jack káplar og 1 xlr kápul.
Vinaliga viðmerkið um skúlin hevur gittarforsterkarar, bassforsterkarar, trummusett, sanganlegg, mikrofonir, gittarar ella bassgitrarar.