Myndprýðing og bókbinding

Vilt tú vita meira um bókbinding og Zine culture? Kom og lær teg at seyma tínar egnu bøkur og hoyr um Zine culture. Í hesari verksmiðjuni fara vit bæði at myndprýða og gera okkara egna bókling við 8 síðum. Verksmiðjan gevur næmingunum møguleikan at skapa og skilja, hvussu bøkur eru gjørdar, bæði í mun til innihald og skap.

Dagur 1
Fyrst presenteri eg meg sjálva og mítt arbeiði við myndprýðing. 
Síðani um hvat teknirøðin og grafiskar frásagnir eru og kunnu í mun til vanligar bókmentir. Eg havi nøkur dømi við, ið vit kunnu hyggja at. Næmingarnir kunnu eisini koma við dømum, um tey lesa hesa sjangruna, oftani er tað so manga ella marvel ella klassikarar sum t.d. Tintin.
Aftaná tosa vit um Zine culture, hvat hetta er, og hvussu hetta kann brúkast hjá tí einstaka. Eg vísi myndir og havi nøkur dømi við.

Tá koma vit til tað skapandi arbeiðið. Vit byrja við at bróta allar fatanir av, hvat list og myndprýðing er og skal vera. Halda tit, at myndprýðing skal vera flott? Skal mann duga at tekna? Hvat er ein góð tekning og so framvegis. Síðani siga vit, at hetta er ikki áhugavert, og vit fara burtur frá tí og inn í tað, sum er spennandi, tað sum kemur út úr okkum, tá ið vit bara spæla. Tann dømandi heilin er ikki vælkomin her, hann stendur í vegin fyri tí skapandi arbeiði, sum er tað øvuta av vanligum skúlaarbeiði. 

Vit gera nú ein signatur. Hetta er eitt A3 ark, sum kann faldast og gerast til ein A5 bókling við 8 síðum. Allir næmingarnir skulu gera eina frásøgn í einum bóklingi. Tað kann vera við litum ella blýanti, tað sum tey sjálvi hava við í sínum penalarhúsi. 

Dagur 2

  1. Tann fyrsta uppgávan verður bundin. Har siga tey frá einum degi í lívinum á 8 síðum. Tað kann vera ein hendingaríkan dag, og tað kann vera ein dag, har næstan onki hendi.

  2. Tann næsta uppgáva verður frí. Har tekna tey akkurát tað, sum tey vilja. Allir næmingarnir náa kanska bara tann fyrsta, og tað er fínt.

Har fara tey at sanna, at tað er ikki altíð lætt at hava fríar uppgávur. At rammur kunnu hjálpa við at arbeiða listaligt. Eg fari at spyrja tey, hvørja uppgávu tey hildu vera lættast at gera.

Tað síðsta verður at fotokopiera allar søgurnar til allar næmingarnar. So allir næmingarnar hava allar søgurnar hjá øllum, og síðani seyma vit tær saman til eina felagsbók við øllum søgunum í. 

Eg havi eitt ark við, hvussu mann ger, men her plaga øll at fáa brúk fyri hjálp, og eg gangi ímillum næmingarnar. Um tey bíða eftir hjálp, so tekna tey uppgávu 2. Næmingarnir fara at hava ymisk tempo, og eg fari at hava okkurt eyka til tey skjótu at arbeiða við. Tað er eisini fínt, um mann bara fær stundir at gera uppgávu 1.

Dagur 3
Vit gera klárt til at framsýna bøkurnar, og um onkur næmingur hevur hug til at gera fleiri eintøk av síni bók, so gera vit eintøk til distributión eisini. Vanliga eru zines í nummereraðum eintøkum, og vit tosa eitt sindur um, hvat tað merkir.

Allar bøkurnar verða framsýndar á bókasavni, aulu ella øðrum felagshøli til taks.

Har hava vit okkara egnu lítlu zine fest / bókaveitslu við saft og kips.

Lesið meira um Zine culture her :https://en.wikipedia.org/wiki/Zine


Eg havi undirvíst fyrr, bæði á tekniska skúla í Havn og tekniska skúla í Keypmannahavn. Á framleiðsluskúlum og við egnum skeiðum. So tað at hava við næmingar at gera er ikki nýtt fyri meg. Eg royni altíð at vekja gleðina við at tekna og skapa uttan at døma tað, sum mann ger ímeðan. 

Nógv hugsa um, hvat mann dugir / ikki dugir, ímeðan tey gera tað. Skapa nú og met um seinni. Er tað stuttligt at síggja og lesa, og burtur frá, at alt skal vera pent ella væl teknað. At finna sítt flow, har alt hvørvur, og mann er í egnum heimi og bara ger og er. 

Eg vil gjarna lata upp fyri, at tey sleppa at skapa sítt egna myndaunivers og uppliva, hvat tað merkir at gera eina bók. Men eisini at síggja, hvussu ymisk univers tey øll hava inni í sær, og hvussu spennandi tað kann vera at síggja eina aðra síðu av sínum floksfelagum.

Visuellar frásagnir kunnu eisini geva teimum, sum eru meira handalig, møguleikan at skapa og skilja, hvussu bøkur eru gjørdar, bæði innihald og skap.

Eg vil gjarna eggja børnunum til at vera forvitin um síni listaligu evnir og geva teimum møguleikan at síggja, hvussu nógv tey duga. Samstundis sum tey heilt konkret læra at seyma sínar egnu bøkur.


Navn á verkætlanini: Myndprýðing og bókbinding
Listafólk: Lena Nicolajsen
Listagrein: Myndprýðing og bókbinding
Slag: Longri verkætlan (4 dagar á 4 ymiskum skúlum)
Longd: 3 skúlatímar og 4 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: Nov. 2022
Málbólkur: 0. - 10. flokkur
Næmingatal: Ein flokkur (24 næmingar)
Høliskrøv: Borð til allar næmingarnar at arbeiða á, A3 pappír og eina kopimaskinu til taks og gjarna eitt stað, har vit kunnu framsýna bøkurnar aftaná
Krøv til tøkni og útgerð: Eina kopimaskinu