Suðurnorski filmmobilurin NO
Næmingarnir gera sínar egnu stuttfilmar við vegleiðing frá serkønum filmskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu.
Longd: 5 tímar (1 skúladagur)
Tíðarskeið: 31. okt. - 4. nov. 2022
Suðurnorski filmmobilurin NO
Næmingarnir gera sínar egnu stuttfilmar við vegleiðing frá serkønum filmskaparum, sum eru vanir at undirvísa børnum í filmsframleiðslu.
Longd: 5 tímar (1 skúladagur)
Tíðarskeið: 31. okt. - 4. nov. 2022
Lena Nikolajsen FO
Vilt tú vita meira um bókbinding og Zine culture? Kom og lær teg at seyma tínar egnu bøkur og hoyr um Zine culture. Í hesari verksmiðjuni fara vit bæði at myndprýða og gera okkara egna bókling við 8 síðum.
Longd: 3 skúlatímar og 4 dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: Nov. 2022
Bjørg Djurhuus og Rannvá Djurhuus Carlsson FO
Øll kunnu evna eina standmynd. Bonsaitráður er lættur at boyggja og at evna til figurar, og ostavoks er lætt at skera í og at dekka standmyndir við.
Longd: Verksmiðjan er frá 8 til 11.30
Tíðarskeið: 14. – 18. nov. 2022
Mariann Hansen & Hettarher FO
Mariann Hansen fer saman við tónleikabólkinum Hettarher, at endurgeva søgur frá okkara forfedrum í nýggjum hami. Vit lata oyruni upp og nýta hugflogið, ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 21. - 25. nov. 2022
EKA trio og Birita Poulsen FO
Ein framførsla, ið sameinir tónleik, frásøgn og myndlist har næmingarnir uppliva søgnina um Kópakonuna á heilt nýggjan hátt
Longd: Framførslan er 30 – 35 min.
Tíðarskeið: 9. - 13. januar 2023
Jo Strømgren Kompani NO
Ein lívligur sjónleikur, ið nýtir eyðkenni frá gomlum teknifilmum og stummfilmum. Gjøgnum livandi kropsmál, leikandi pall- og ljóðmyndir og hugtakandi tónleik miðlar leikurin eina søgu, sum er bæði stuttlig og snild.
Longd: Leiksýningin varir í umleið 40 minuttir. Verkstova 30 min.
Vit hava eisini prát við børnini aftan á sýningina, har tey kunnu seta sjónleikaranum spurningar (15 min.)
Tíðarskeið: 13. - 17. februar 2023
Teir fýra bassistarnir FO
Søgan um talentfullu Sigrið og hennara stríð við stóra kontrabassin. Á leiðini fer hon í hólmgongu við tango, rockabilly, neo-klassiskt, fólkatónleik og jazz, áðrenn hon finnur sína egnu leið.
Longd: 30 - 40 min.
Tíðarskeið: 20. - 24. feb. 2023
Woodpeckers Recorder Quartet SE, NO, IRL, DK
Eina spennandi, koreograferað framførsla av blokkfloytutónlist, ið fevnir um 600 ár – frá 15. til 21. øld.
Longd: 35 minuttir (+15 minuttir til framløgu/spurningar)
Tíðarskeið: 27. feb. - 3. mars 2023
Kultivator NO
Hvussu ljóðar ein søga, og hvussu sær eitt lag út? Í hesari verkstovuni arbeiða næmingarnir við at gera ljóðeffektir og animatiónir úr pappírsklippi til eitt sjónlag um Sinklars vísu.
Longd: 3 tímar
Tíðarskeið: 27. feb. - 3. mars 2023
Lasse Thorning Jæger DK/FO
Næmingarnir dystast við orðum og skriva og framføra yrkingar so hugfangandi, at skaldskapurin rungar í veggjunum restina av skúlaárinum.
Longd: 3 - 6 tímar. Mánadag til hósdag
Tíðarskeið: Februar og mars 2023
Barbara Hilduberg FO
Klassiska tekning á ein stuttligan og øðrvísi hátt.
Longd: 3 skúlatímar
Tíðarskeið: 5.okt., 12.okt., 19.okt., 26.okt. ella 2.nov. 2022
HeartBeat DK
Ein fjølbroytt konsertuppliving, sum fær eldhugan at kóka yvir
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 27. - 30. mars 2023
Edith Mørkøre FO
Vit leita eftir íblástri og lutum at nýta til prentarbeiði, og soleiðis skapa víðari út frá tí, ið longu er skapt.
Longd: 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 24. - 28. okt 2022