Ljóð á pappíri: Sinklars vísa

Hvussu ljóðar ein søga, og hvussu sær eitt lag út? Í hesari verkstovuni arbeiða næmingarnir við at gera ljóðeffektir og animatiónir úr pappírsklippi til eitt sjónlag um Sinklars vísu.

Sinklars vísa er ein dramatisk søga, full av spenningi. Men hvussu skapar tú ljóð og myndir til ein tekst? Í hesari verkstovuni samstarvast næmingarnir um at gera eitt heilt sjónlag við hjálp av einføldum tólum.

Eftir eina stutta framløgu verða næmingarnir býttir sundur í tveir bólkar. Miðskeiðis í verkstovuni býta bólkarnir um, so øll fáa høvi at arbeiða við bæði ljóði og myndum. Hvør bólkur fær eitt ørindi úr Sinklars vísu, sum næmingarnir skulu gera ljóðeffektir og animatiónir úr pappírsklippi til. 

Sinklars vísa er ein kend vísa, sum Edvard Storm (1749-1794) úr Vågå í Noregi hevur yrkt. Føroysk kvæði høvdu stóra ávirkan á hansara skaldskap, og við árunum er vísan eisini vorðin kend og nógv sungin í Føroyum. Av tí at vit eru úr Vågå og hava arbeitt nógv við verkunum hjá Edvard Storm, var tað natúrligt hjá okkum at velja hesa vísuna til okkara verkstovu í Føroyum. Tí hon vísir, hvussu mentanin hevur ferðast aftur og fram millum londini gjøgnum øldirnar.

Sangurin er upptikin frammanundan, og næmingarnir fáa uppgávuna at seta ljóð og myndir til tekstin. Ljóðeffektirnar og myndirnar kunnu vera lýsandi og ítøkiligar, t.d. ljóðið av rógvandi árum , og myndir av einum báti, ella tær kunnu vera abstraktar og sipa til kenslurnar, sum teksturin elur fram. 

Verkstovan kann enda við einum tiltaki fyri allan skúlan, einari stuttari konsert og einari sýning av dagsins avriki.

Eftir at vit hava hildið verkstovur í eina viku, seta vit avrikini saman og skapa eitt heilt sjónlag, sum vit leggja á YouTube og senda skúlunum: teirra heilt egna sjónlag!

Vegar Vårdal er tónleikari og tónaskald, Mette Vårdal er søgufrøðingur og filmskapari. Í felag hava vit drúgvar royndir við at standa fyri skapandi barnatiltøkum, har børnini sjálvi eru við til at skapa framleiðsluna.


Navn á verkstovuni: Ljóð á pappíri: Sinklars vísa
Listafólk: Vegar Vårdal og Mette Vårdal
Listagrein: Tónleikur og filmur
Slag: Verkstova
Longd: 3 tímar
Tíðarskeið: 27. feb. - 3. mars 2023
Aldursbólkur: 4. - 7. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 20
Høliskrøv: Tað eru tvær verkstovur í senn:
Onnur verkstovan hevur brúk fyri arbeiðsplássi til at gera pappírsklipp og animatiónir. Ein vanlig skúlastova er passalig. Næmingarnir skulu brúka saksar, lím og blýantar.
Hin verkstovan fer útum at gera ljóðupptøkur, um viðrar. Um ikki, verður verkstovan innandura, og so hava vit brúk fyri einari skúlastovu.
Krøv til tøkni og útgerð: Okkum tørvar minst ein lærara til hvønn bólk.