SPEGILSMYNDIR

Saman lesa vit brot úr bókmentum á ymiskum málum og tosa um, um vit kenna okkum aftur í innihaldinum ella læra nakað nýtt. Ávegis fáa næmingarnir høvi til sjálv at skriva ymiskar tekstir. At enda skulu tey í bólkum royna at skapa eitt samskrivingarverk út frá nøkrum reglum, vit áseta, men eftir egnum hugskoti.

Stórur partur av sosiala lívinum hjá ungdómi gongur fyri seg á talgildu miðlunum. Har eru nógvir felagsskapir, men kortini kenna fleiri ung seg einsamøll og skeiv.
Vit kunna næmingarnar við brot úr ymiskum bókmentum, sum øll á onkran hátt snúgva seg um tilveruna og lívið. Tekstir, sum ikki vísa eina væl pussaða mynd eins og flestu SoMe tekstir, men gerandisavbjóðingar, hendingar, gleðir og baksíður.

Endamálið er at bjóða teimum innantómu ímyndunum av okkum sjálvum og hinum av. Gjøgnum innlit í bókmentir kunnu vit fáa innlit í okkum sjálv og læra meira um onnur, um einsemi, um at vera sárur og um lívssøgur hjá øðrum. Tekstirnir, vit taka fram, eru ikki skaldsøgur, kærleikssøgur ella ævintýr. Vit lesa tekstir, sum eru persónligir, har rithøvundurin skrivar um egnar royndir gjøgnum autofiktión, notat og dagbøkur og stundum nýtir tað at skriva sum frásøguheilivág. 


Navn á verkætlanini: SPEGILSMYNDIR
Listafólk: Marjun Syderbø Kjelnæs og Helle Thede Johansen
Listagrein: Bókmentir
Slag: Longri verkætlan
Longd: Verksmiðjan er 4 ferðir 3 tímar í 4 vikur á hvørjum skúla (eftir nærri avtalu við listarfólk)
Tíðarskeið: Februar 2024
Málbólkur: 8.-10. Flokkur
Næmingatal:  Ein flokkur
Høliskrøv:  Ein vanlig skúlastova til frálæru/ástøði.
Umstøður til, at næmingarnir kunnu arbeiða í bólkum (4-5 nærmingar í hvørjum bólki) og samstarva og tosa uttan órógv.
Krøv til tøkni og útgerð: Smartboard ella líknandi.