TO BE

Tað er ein sýning við ongum orðum, við dukkum, sum eru gjørdar av gerandistingum í samspæli við framvarpaðar strikumyndir og tónleik . Hon byggir á og snýr seg um menniskjarættindi, um rættin til eitt virðiligt lív.

TO BE – ein orðleys tingsjónleikasýning, har ið vit fylgja einum lítlum høvuðspersóni á ferð gjøgnum lívið, meðan hon alla tíðina rennir seg í brot og at uppfylla menniskjarættindi. Sýningin er skaldslig og álvarsom, men eisini skemtilig. Øll frá seks ára aldri kunna síggja og skilja sýningina.

At arbeiða við stórum samfelagsevni sum menniskjarættindum úr einum listarligum, tulkandi sjónarhorni kann vera spennandi, stuttligt og læruríkt.

Tað ber væl til at brúka sýningina sum inngang og djúphugsan um innihaldið í menniskjarættindum. Ella sum part av longri temalestri um Human Rights.

Verkstova:

TO BE + verkstova er ein heilur dagur, sum næmingarnir brúka saman við einum sjónleikara, og næmingarnir fáa tíð og pláss til at kava niður í evnið og teir stóru etisku og mannarættindaligu spurningarnar. Tey fáa við egnum hondum og tonkum sjálv evnað til myndir og støður viðvíkjandi rættindunum, soleiðis sum tey skilja tær.

Næmingarnir velja sær eini “rættindi”, sum tey hava sum støði undir figurum og einum palli, sum greiðir frá honum. Tema og endamál: Mannarættindi og pallfrásøgn.

Næmingarnir velja sjálvir tey “rættindi”, sum tey vilja arbeiða við. Meðan arbeitt verður, eru vit uppií við samrøðu og hjálpa næmingunum við tøkni og myndamøguleikum.

Í verkstovuni skulu vit brúka ymiskar smáar gerandislutir – gamlar proppar, tannbustir, pakkitilfar o.a. Flokkurin skal sostatt samla saman ymiskt til ein endurnýtslukassa við tilfari. Dagurin endar við, at næmingarnir vísa sín pall/myndir fyri hinum í flokkinum og fortelja um sítt “verk”, tankar og tulkingar.


Navn á verkætlanini: TO BE / AT VERA 
Listafólk: Passepartout Theatre Production
Listagrein: Dukku-/tingsjónleikur
Slag: Framførsla (og møguleiki til verkstovu)
Longd: 40 minuttir (tað ber til at hava tvær framførslur sama dag á sama skúla)
Tíðarskeið:  20.-24. novembur
Málbólkur:  0.-3. flokkur, 4.-7. flokkur, 8.-10. flokkur (verkstova bara fyri 4.-10. flokk)
Næmingatal:  Í mesta lagi 60 næmingar fyri hvørja sýning. Verkstova 30 næmingar.
Høliskrøv: Pallrúmið er 3x3 metrar og 2 m hædd til loftið.
Eitt vanligt flokshøli er í lagi, um bert ein flokkur skal hyggja – annars okkurt størri.
Tað skal helst vera møguleiki til myrkalegging.
Krøv til tøkni og útgerð:  Vanligt streymstikk.
Mál: Orðleysur tingsjónleikur