Kunnu vit binda eina kenslu?

Í hesi verkætlanini verður kannað, hvussu kenslur kunnu knýtast, bindast og skapast gjøgnum handarbeiði og klæði. Við træðrum, stokkum og heklinálum skapa næmingarnir abstrakt listaverk, sum verða til gjøgnum nærveru og kensluliga tilvitsku. Ein opin, undrandi tilgongd, har kenslur fáa skap.

Við støði í arbeiði sínum sum klædnasniðgevi, bjóðar Maibritt næmingunum inn í eina verkstovu, har kenslur og tilfar verða granskað við hondunum. Frá ítøkiligum arbeiði við træðrum, binda, knýta og tilevna næmingarnir listaverk, ið endurspegla teirra egnu sansan og tilvitan. Næmingarnir læra um, hvussu list kann knýta okkum tætt saman. Einki er skeivt, og hvørt listaverk er ein søga fyri seg. Eftir lokna verkætlan er møguleiki fyri, at næmingarnir kunnu sýna teirra listaverk fram.


Listafólk: Maibritt Marjunardóttir

Listagrein: Handverk / klædnalist

Slag: Longri verkstova

Longd: 4 verkstovur, 3 skúlatímar hvør

Tíðarskeið: Vika 44 - 48 (27. okt. - 28. nov. 2025)

Málbólkur: 4. -10. flokkur

Næmingatal: Í mesta lagi 25 næmingar

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Vanlig skúlastova ella handverksstova. Møguleiki at sýna arbeiðið fram eftir verkætlanina.

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til skíggja at hava framløgu á