Posts in Várið 2026
Vampýrella

Aldubáran (FO)
Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø fær við hesari framførslu nýtt lív. Í framførsluni hoyra vit nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.

Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 2. - 6. mars 2026

Read More
Tónleikur til eina løtu

Duo Cortese Ruymbeek (EN)
Undirvísararnir fara í hesi verkætlanini at framføra og undirvísa næmingunum í løgum og tekstum, ið eru skrivað til minnis um persónar og hendingar. Komið verður inn á bæði eldri og nýggjari tílík fólkaløg. Á verkstovuni fáa næmingarnir høvi at gera sítt egna lag, sangtekst ella sang til minnis um ein persón ella eina hending, ið teir meta, hevur virði at minnast.

Longd: 3 tímar (framførsla í 1 tíma, verkstova í 2 tímar)
Tíðarskeið: 3. - 7. mars 2026

Read More
Havmynd

Kunstpilotene (NO)
Ein sansalig og skapandi listaverkætlan, har næmingarnir gjøgnum tveir dagar arbeiða við havinum sum íblásturi. Tey savna plantur, skapa egið pappír og mála við havvatni - alt í einum listarligum og umhvørvisligum samanhangi. Møguleiki er fyri at enda verkætlanina við einari uttandura framsýning.

Longd: 2 verkstovur á 3–4 tímar hvør
Tíðarskeið: mars 2026

Read More
Grønlendskur maskudansur

Karen Fleischer og Malu Lynge (GL)
Ein livandi framførsla við grønlendskum maskudansi og søgufrásøgn, har næmingarnir fáa innlit í litir, maskur, rørslur og týdningin av hesum siðbundna dansi. Ein sterk mentanarlig uppliving, ið sameinar list, søgu og kropsligt úttrykk. Framførslan gevur næmingunum møguleika at uppliva eina ríka og siðbundna mentan á ein nærverandi og sansaligan hátt.

Longd: 30 min.
Tíðarskeið: 19. - 23. jan. 2026

Read More
Findia snartokið

Dhamal World Collective (FI/IN)
Findia Express er ein fjølbroytt og litføgur tónleikaframførsla við rótum í svensk-finskari og indiskari mentan. Charlotta Kerbs og Sanjay Khan leiða okkum á eina ferð við livandi ljóði og spennandi útlendskum ljóðførum, har næmingarnir luttaka við rødd og rørslum. Ein fagnaður fyri fjølmentan, vinarlag og tónleikarliga samveru.

Longd: 40 minuttir
Tíðarskeið: 23 .- 27. mars 2026

Read More
Gandakenda ljósið

Øyvind Hjelmen (NO)
Verkstovan snýr seg um at skilja, byggja og skapa við tí mest grundleggjandi í myndatøku: ljósi og myrkuri. Næmingarnir byggja egið myndatól, læra um “camera obscura”, negativa og positiva mynd, og uppliva, at ein mynd kann skapast uttan linsu og tøkni. Eftir verkstovuna verður viðmælt at gera eina framsýning av myndunum, sum næmingarnir hava tikið.

Longd: Ein skúladagur (08:30-14:00)
Tíðarskeið: 16. - 20. mars 2026

Read More
Eg, tónaskaldið

Ensemble Eiradís (4 tónleikarar) (FO/SE)
Hendan verkætlan gevur næmingum møguleika og amboð at royna seg sum tónaskøld saman við yrkistónleikarum úr eini saksofonkvartett. Undirvíst verður í ymsum tónleiki, nótum og grafiskum hættum at skriva tónleik við. Verkstovan endar við einari framførslu, har Ensemble Eiradís spælir nýskaptu verkini hjá næmingunum.

Longd: Ein skúladagur (4 x 45 minuttir + fríkorter)
Tíðarskeið: 16. - 20. feb. 2026

Read More
Sagnir & Ævintýr við ”hettarher” & Jákupi Veyhe

Hettarher & Jákup Veyhe (FO)

Jákup Veyhe fer saman við tónleikabólkinum ”hettarher” at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami. Næmingarnir opna oyruni og nýta hugflogið at ferðast 100 ár aftur í tíðina - inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.

Longd: 30 - 40 minuttir
Tíðarskeið: 12. - 16. jan. 2026

Read More