Gandakenda ljósið
Ein dagur við ljósi, myrkri og myndatøkugandi! Næmingarnir uppdaga av nýggjum gandin við ljósmyndatøku, sum er horvin í okkara talgylda heimi. Á hesi verkstovu byggja teir sítt egna pappmyndatól, taka eina mynd á ljósmyndapappír, og framkalla hana í myrkarúmi. Hetta er ein skapandi og vísindaliga grundað verkstova, har næmingar koma at skilja og uppliva grundreglurnar handan ljósmyndir.
Verkstovan snýr seg um at skilja, byggja og skapa við tí mest grundleggjandi í myndatøku: ljósi og myrkuri. Næmingarnir byggja egið myndatól, læra um “camera obscura”, negativa og positiva mynd, og uppliva, at ein mynd kann skapast uttan linsu og tøkni. Eftir verkstovuna verður viðmælt at gera eina framsýning av myndunum, sum næmingarnir hava tikið.
Listafólk: Øyvind Hjelmen
Listagrein: Myndatøka
Slag: Dagsverkstova
Longd: Ein skúladagur (08:30-14:00)
Tíðarskeið: 16. - 20. mars 2026
Málbólkur: 4. - 10. flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 25 næmingar
Mál: Enskt og skandinaviskt
Høliskrøv: Flokshøli til felags innsavnan og eftirviðgerð. Eyka rúm, ið kann myrkaleggjast (við streymi og vatni tætt við). Listafólkið hevur við sær myrkaleggingartilfar og útgerð.
Krøv til tøkni og útgerð: Skíggi til myndasýning. Streymur og vatn til myrkarúm. Allar aðrar lutir hevur listafólkið sjálvt við sær.